Posts

Showing posts with the label Vesturheimurin

Tvær grýlur ganga ígjøgnum Europa: kommunisman og fascisman (mikubloggur)

Image
  Eg gjørdist bæði illur og keddur, tá ið eg leygarmorgun sá myndirnar av brennandi ráðhúsinum í Limoges. Mítt frankofila hjarta bløðir av at síggja skilið í forfedranna landi. At fólkaræðið er í vanda, hevur leingi verið eyðsýnt, men at brenna eitt ráðhús niður er eitt beinleiðis og symbolskt álop á franska fólkaræðið. Frankaríki er vorðið eitt sera polariserað samfelag, har vinstravíðgongd og høgravíðgongd seta dagsskránna og har Emmanuel Macron forseti situr hendur í favn og lítið annað fær gjørt enn at bíða eftir forsetavaliinum í vár.  “Eitt spøkilsi gongur ígjøgnum Europa; kommunismunnar spøkilsi”. Soleiðis byrjar Karl Marx Kommunistiska Manifestið. Í hesum halloween-tíðum ganga fleiri grýlur ígjøgnum Europa: kommunisman og fascisman, umframt fleiri aðrar líknandi harðrendar hugsjónir ílætnar sum flokkar ella áhugabólkar. Roynt hevur verið at ignorera teir, halda teir uttan fyri ávirkan, enntá at draga teir í rættin, men hvørja ferð koma teir enn máttmiklari aftur. Í Fra...

Habermas - eitt kritiskt eftirmæli

Image
Jürgen Habermas, Wikimedia Commons Jürgen Habermas doyði 14, mars í ár, 96 ára gamal. Habermas var ein sera týðandi politiskur filosoffur, ið flestu samfelags- og stjórnmálafrøðingar hava lisið nógv. Hann vaks upp í nazi-týsklandi, og hesar upplivingar fingu hann at menna ástøði, ið kundu forða fyri líknandi politiskum rákum sum hann sjálvur hevði upplivað. Habermas skrivaði síni kendastu verk í stóru framburðstíðini hjá Vesturtýsklandi, og eitt hitt kendasta hugtakið man vera “borgarligt almenni” (Die bürgerliche Öffentlichkeit), ið bæði eg og aðrir føroyingar hava brúkt rættiliga nógv. Eg sjálvur havi mest brúkt hugtakið innan kommunalpolitikk sum kontrast til hugtakið “fólksligt almenni”, ið eg lænti frá Eyðuni Andreassen.  Nú stundar til val, og tá stendur borgarliga almennið í fullum blóma - og tó. Almenningurin er í dag sundurpettaður í smáar krókar á Internetinum, og uppmerksemið hjá fólki verður stýrt av algoritmum og lýsingarpengum. Talan er tí ikki um nakað frítt kjak, ha...

Ímeðan fólkaræðið skrædnar sundur

Image
Úlvur í seyðaskinni. Mynd: Sarah Richter / Pixabay Føroyar eru ofta eftirbátar í nógvum viðurskiftum. Hetta verður ofta talusett sum nakað ringt, men er ikki bara av tí ringa. At onnur kunnu gera sær royndir við nýggjum rákum, áðrenn tey koma til okkara, ger at vit kunnu læra av feilunum, tey hava gjørt í øðrum londum. Trupulleikin er: tað gera vit sjáldan.  Heimurin er í upploysn, summir partar meiri enn aðrir. Enn so leingi liva vit í okkara eggjablommu í Norðuratlantshavi, vard av einum blokkstuðuls-eggjarhvíta, einum ríkisfelagsskali - í einum vesturlendskum reiðri. Men bæði Vesturheimurin og Ríkisfelagsskapurin eru í dag í upploysn. USA rekur sína egnu leið, og í ES hava tjóðskaparflokkar ætlanir um at upploysa ES - til mikla gleði hjá Russlandi, ið harvið kann sleppa av við ein høvuðsfígginda. Tjóðskaparliga - nationalistiska - rákið er ein uppgerð við “globalismuna”, ið ynskir at menna felags spælireglur fyri allan heimin. Júst smálond sum Føroyar, Danmark og hini Norðurlond...