Habermas - eitt kritiskt eftirmæli
![]() |
| Jürgen Habermas, Wikimedia Commons |
Jürgen Habermas doyði 14, mars í ár, 96 ára gamal. Habermas var ein sera týðandi politiskur filosoffur, ið flestu samfelags- og stjórnmálafrøðingar hava lisið nógv. Hann vaks upp í nazi-týsklandi, og hesar upplivingar fingu hann at menna ástøði, ið kundu forða fyri líknandi politiskum rákum sum hann sjálvur hevði upplivað. Habermas skrivaði síni kendastu verk í stóru framburðstíðini hjá Vesturtýsklandi, og eitt hitt kendasta hugtakið man vera “borgarligt almenni” (Die bürgerliche Öffentlichkeit), ið bæði eg og aðrir føroyingar hava brúkt rættiliga nógv. Eg sjálvur havi mest brúkt hugtakið innan kommunalpolitikk sum kontrast til hugtakið “fólksligt almenni”, ið eg lænti frá Eyðuni Andreassen.
Nú stundar til val, og tá stendur borgarliga almennið í fullum blóma - og tó. Almenningurin er í dag sundurpettaður í smáar krókar á Internetinum, og uppmerksemið hjá fólki verður stýrt av algoritmum og lýsingarpengum. Talan er tí ikki um nakað frítt kjak, har øll samskifta við hvønn annan út frá somu fyritreytum, men um valdstýrt kjak.
Nógvir filosoffar eru so hepnir, at teirra hugtøk standa sum varðar eftir teimum, men hjá Habermas má man siga, at fleiri av hansara varðum langt síðani eru rapaðir - ella standa sum minnisvarðar um eina farna tíð. “Borgaliga almennið” stendur fyri falli - og harvið eisini sjálvt fólkaræðið. Tosað verður í dag um eitt “kommunikatións-kollaps”, eina samskiftisskriðu. Men eisini hugtøk sum samskiftiligt skil (Kommunikative Vernunft), harradømisfrí samtala (Herrschaftfreie Diskurs) og tvingilsleysur tvingsil hjá betra argumentinum (Zwanglose Zwang des besseren Arguments) tykjast sera avoldað í okkara tíð. Hesi hugtøk vóru onkursvegna normativ stýrihugtøk fyri menningini av einum nýggjum fólkaræði eftir seinna heimskríggj, bæði í Vesturtýsklandi og í Vestureuropa sum heild. Habermas helt, at politiska skipanin skuldi røkka einum skilagóðum “konsensus” gjøgnum samskiftisligt skil og harradømisfría samtalu. Við hesum fór besta argumentið við tíðini at vinna. Borgaligi almenningurin skuldi ikki byggja á konfliktir, men á borgarligt skil. Habermas verður sostatt sæddur sum ein fortalari fyri sonevnt samtalufólkaræði; “deliberativt demokrati”.
Tá ið múrurin fall, hildu summi, at hesi fólkaræðisligu idealini fóru at vinna frama um alt Europa, ja um allan heim. Men tað hendi tvørt tað øvuta. Vit hava í dag ein nógv minni fólkaræðisligan heim, og ES, ið Habermas hálovaði sum fólkaræðisligt projekt, vísir seg at elva til stórt fólkaræðisligt undirskot. Habermas helt, at ES við tíðini fór at institutionalisera skilið, niðurlaga tjóðirnar og bróta slóð fyri einum kosmopolitiskum heimi, har øll vóru heimsborgarar. Hendan hugsjón fall í seinasta lagi við “Wir schaffen das”-vanlukkuni hjá Angela Merkel í 2015, ið Habermas eisini stuðlaði.
Veruleikin er, at hesi “naivt føgru” hugtøkini hjá Habermas fingu nærum umvendu effektina av tí, Habermas hevði droymt um. Tað gjørdust júst eliturnar, ið settu seg á samskiftisliga skilið og harvið dikteraðu hvat er skilagott og ikki. Tað gjørdust júst eliturnar, ið settu seg á harradømisfríu samtaluna og umskapaðu hana til eina elitera samtalu. Tað gjørdust júst eliturnar, ið tvingaðu síni argument ígjøgnum, ímeðan onnur argument vórðu útihýst. Samskiftið er jú gjøgnumsúrgað av eliterum valdi - nakað, ið m.a. Foucault kritiseraði Habermas fyri at yvirsíggja.
Trupulleikin er grundleggjandi, at eliturnar hava nógv betri samskiftisførleikar enn “vanliga fólkið”, og júst tí fungera hugtøkini hjá Habermas ikki; tey eta seg sjálvi upp. Í einum fólkaræði eiga tey samskiftisveiku jú líka stóran rætt til samskifti sum tey samskiftissterku. Um fólkaræðið bara er til fyri tey, ið duga væl at samskifta, verður fólkaræðið elitert. Vil man hava øll at luttaka, er neyðugt at eisini tey, ið duga verri at samskifta, samtala og argumentera, fáa síni sjónarmið fram. So seint sum í 2017 byrjarði Habermas at skilja hetta, tá ið hann segði hetta á ráðstevnu í Berlin: "European unification has remained an elite project because political elites have avoided involving the wider public in an informed debate about alternative scenarios for the future."

Comments
Post a Comment