Posts

Showing posts with the label Samtala

Víðgongdar hugsjónir polarisera politiska landslagið (mikubloggur)

Image
Politikkur sum hanadystur. Mikudagin skrivaði eg eina grein við heitinum “Vinstra, høgra, vinstra, høgra, tað er skeiva lagið” (ymiskir miðlar 23. sept.) um hvussu vinstravíðgongd og høgravíðgongd eru við til at polarisera politiska landslagið við áhaldandi at orða alsamt víðgongdari (ekstremari) meiningar. Vinstravíðgond eru sum heild meiri aktivistisk, ímeðan høgravend sum heild eru meiri reaktioner, tó at fleiri undantøk eru.  Úrslitið av hesi polarisering er, at vit fáa ein politiskan “centrifugal-mátt”, ið trýstir fólk út á ytsta vinstra og ytsta høgra, við tíðini heilt út til ræðsluhugsjónir sum kommunismu og fascismu. Trýst elvir móttrýst, og jú meiri onnur síðan førkar seg út í tað ekstrema, tess meiri vil hin síðan førka seg hin vegin. Eftir stendur miðjan og eygleiðir eina alsamt meiri kaotiska politiska skipan og eitt dvínandi fólkaræði.  Seinni sama dagin sá eg ein víðgongdan kjakara skriva soleiðis á Facebook: “ Nú harmast fólk um, at ikki øll treingja seg saman ...

Habermas - eitt kritiskt eftirmæli

Image
Jürgen Habermas, Wikimedia Commons Jürgen Habermas doyði 14, mars í ár, 96 ára gamal. Habermas var ein sera týðandi politiskur filosoffur, ið flestu samfelags- og stjórnmálafrøðingar hava lisið nógv. Hann vaks upp í nazi-týsklandi, og hesar upplivingar fingu hann at menna ástøði, ið kundu forða fyri líknandi politiskum rákum sum hann sjálvur hevði upplivað. Habermas skrivaði síni kendastu verk í stóru framburðstíðini hjá Vesturtýsklandi, og eitt hitt kendasta hugtakið man vera “borgarligt almenni” (Die bürgerliche Öffentlichkeit), ið bæði eg og aðrir føroyingar hava brúkt rættiliga nógv. Eg sjálvur havi mest brúkt hugtakið innan kommunalpolitikk sum kontrast til hugtakið “fólksligt almenni”, ið eg lænti frá Eyðuni Andreassen.  Nú stundar til val, og tá stendur borgarliga almennið í fullum blóma - og tó. Almenningurin er í dag sundurpettaður í smáar krókar á Internetinum, og uppmerksemið hjá fólki verður stýrt av algoritmum og lýsingarpengum. Talan er tí ikki um nakað frítt kjak, ha...