Posts

Showing posts with the label Borgarligt

Økta talið á tilflytarum elvir til panikk í Føroyum

Image
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, skal svara fyrispurningi frá Bárði á Lakjuni um tilflytarar. Mynd: Wikimedia Commons Talið á tilflytarum til Føroya er økt munandi seinastu árini. Tøl frá Hagstovuni fyri ríkisborgaraskapin hjá íbúgvum Føroya vísa, at síðani Fast Track-skipanin kom í gildi á heysti 2021 , er verulig gongd komin á tilflytingina úr londum uttanfyri Europa. Talið á tilflytarum úr Europa og Norðurlondum hevur annars staðið nøkulunda í stað seinastu árini. Lutfalsliga talið á donskum ríkisborgarum í Føroyum er tískil í minking. Í farnu øld lá hetta talið oman fyri 99%, men nú eru vit niðri á 93,6%. Føroyar eru sostatt væl á veg at gerast multikulturellar.   Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, hevur nú reagerað hvassliga upp á hesa gongd, og tí hevur hann sett landsstýriskvinnuni Sirið Stenberg nakrar spurningar , ið skulu svarast. Talan er um ein §52a-fyrispurning, og sambært heimasíðuni hjá Løgtinginum skal hann svarast innan 31. januar í ár. Tað ...

Kann Miðflokkurin snáva um tinggáttina?

Image
Jenis av Rana hevur sitið á Tingi síðani 1994. Mynd: Wikimedia Commons Miðflokkurin hevur verið fast inventar á Tinghúsvegi 1 síðani flokkurin á fyrsta sinni kom á Ting í 1994 - í ringastu krepputíðum. Flokkurin var tá eitt slag av mótmælisflokki: ein kristiligur flokkur við einum sosialum profili - eitt slag av kristnum sosialdemokratii. Upp gjøgnum 90’ini vóru bæði Miðflokkurin og Kristiligi Fólkaflokkurin umboðaðir á Løgtingi, men Kristiligi Fólkaflokkurin minkaði javnt og samt, til at partar av flokkinum fóru upp í aftur Fólkaflokkin, haðani hann upprunaliga spratt - tá undir navninum Framburðsflokkurin. Seinastu árini hevði hann hábærisliga navnið Kristiligi Fólkaflokkurin, Føroya Framburðs- og Fiskivinnuflokkur ella KrFFFF. Flokkurin snávaði í 1998 og stillaði ikki uppaftur - tó at hann hevði ein býráðslim í Klaksvíkar kommunu fram til 2004. Miðflokkurin hevur í síni livitíð svingað frá 4,1% av atkvøðunum í 1998 upp í 8,5% av atkvøðunum í 2008. Í 2008 hepnaðist honum at fáa heil...

Sambandsflokkurin dragnar undir Bárði Nielsen

Image
Bárður á Steig Nielsen og Sambandsflokkurin eru í andróðri. Mynd: Wikimedia Commons Sitandi samgonga klárar seg rættiliga illa, bæði politiskt og í veljarakanningum. Í báðum teimum seinastu veljarakanningunum stendur anstøðan til ein knúsandi sigur á samgonguni. Men tað er Fólkaflokkurin, ið stendur til at gerast nógv størsti flokkur við heili 11 tinglimum. Fólkaflokkurin hevði ársfund farna vikuskifti, og ungi formaðurin Benir Johansen sigur seg vera til reiðar at taka við sum Løgmaður . Fólkaflokkurin stevnir beina leið móti Tinganesi, og spurningurin er mest, hvønn hann vil fríggja til. Ein ABH-samgonga er ikki so sjálvsøgd sum hon áður hevur verið. Restin av andstøðuni stendur bert til at fáa 8 tinglimir - 2 til Miðflokkin og 6 til Sambandsflokkin. Fólkaflokkurin kundi skipað AB-samgongu við Sambandsflokkin uttan at taka tvørliga Miðflokkin við. Hinvegin kundi Fólkaflokkurin eisini skipað eina AE-samgongu við Tjóðveldi, um hesin “moralskt korrekti” flokkurin kann góðtaka ein lag...

Fría matvalið - hvussu frítt er tað?

Image
Jørgen Niclasen er skemtari av sonnum, og altíð er stuttligt at hoyra hann á Tingsins røðarapalli ella í videobrotum í miðlunum. Men skemt skal valdast. Í farnu viku østi hann seg um at samgongan ætlar at avtaka MVG á ávísum matvørum fyri at gera hesar matvørur bíligari at keypa.  Hetta er sum vera man ein ætlan at stýra matnýtsluni hjá føroyingum við at gera sunnar matvørur bíligari enn ósunnar. Trupulleikin við hesum er sum vera man, at tað er ósemja um hvat er sunt og ósunt, eins og hetta smakkar av “smaksdómaríi”, ið sum vera man smakkar einum fólkafloksmanni sum Jørgen illa. “Fólk skulu sjálvi avgera, hvat tey eta til døgurða!” Sigur Jørgen Niclasen í videobroti . Hetta ljóðar í fyrstu syftu so vakurt - frítt val á øllum hillum; einki yvirformyndari. Trupulleikin við fría valinum stendst tó, um fólk áhaldandi velja skeivt, tvs. áhaldandi velja ósunnan mat og mest sum ongantíð sunnan mat. Jørgen veit væl, at tað finnast familjur, ið nærum altíð velja skeivt: eta pizza, burgara...