Kann Miðflokkurin snáva um tinggáttina?
![]() |
| Jenis av Rana hevur sitið á Tingi síðani 1994. Mynd: Wikimedia Commons |
Miðflokkurin hevur í síni livitíð svingað frá 4,1% av atkvøðunum í 1998 upp í 8,5% av atkvøðunum í 2008. Í 2008 hepnaðist honum at fáa heilar tríggjar tinglimir, men hetta var tí at Karsten Hansen júst var rýmdur úr Tjóðveldi og fekk eitt kanónval á miðflokslistanum. Hetta var eisini fyrsta árið, løgtingsval var uttan valdømi, so Karsten støvsúgvaði atkvøður úr øllum landinum. Seinastu árini hevur flokkurin havt rættiliga trygga umboðan og hevur fingið tveir tinglimir.
Eitt serligt við Miðflokkinum er, at formaðurin Jenis av Rana øll árini hevur umboðað flokkin. Í nógv ár hevur hitt umboð floksins itið Bill Justinussen, men eftir at hann snávaði á valinum í 2022, hevur hann skift yvir til Fólkaflokkin. Nýggi “sekundanturin” hjá Jenisi av Rana er nú Steffan Klein Poulsen. Eisini roynir Miðflokkurin nú at promovera kvinnulig valevni sum Rósu Tyril Gaardlykke og Jórun Pólsdóttir. Flokkurin roynir at sleppa undan sínum image sum patriarkalskur flokkur, ivaleyst eisini fyri at tekkjast kvinnuligum veljarum.
Men tað sær einki út í løtuni. Á seinasta løgtingsvali fekk flokkurin 6,6% av atkvøðunum, í veljarakanning fyrr í heyst var hann tódnaður niður í 5,2%, og í seinastu veljarakanning var úrtøkan einans 4,4%. Verður ein linjurøtt tendenslinja løgd yvir hesi tøl, endar Miðflokkurin stutt omanfyri 3,1% í komandi veljarakanning og heldur gongdin fram, snávar flokkurin um tinggáttina á valinum komandi ár.
Nú máli eg sjálvandi fanan á veggin, tí so galið nýtist ikki at ganga. Men ávaringarlampurnar munnu blunka, tí gongdin er blóðskeiv hjá hesum lítla og skirvisliga flokki. Kanska hevur Bill Justinussen tikið nógvar veljarar við sær? Saman við yvirskipaða viðrákinum hjá Fólkaflokkinum er Miðflokkurin í vanda fyri at verða støvsúgvaður fyri høgravendar kristiligar atkvøður. Annars verður Miðflokkurin roknaður sum ein trupul samstarvsflokkur, m.a. tí at hann ikki hevur eina felags linju í málinum um boykot av russiskum skipum. Veljarar í Norðuroyggjum og Eysturoynni kunnu tá hugsast at velja trygga valið: Fólkaflokkin.
Men kanska kunnu onkrar kaninir hálast upp úr hattinum - ella úr onkrari holu. Fyrrverandi sambandsvalevnini Edva Jacobsen og Aron Vest eru “uttan felag”, og kanska kunnu tey lokkast til at stilla upp fyri Miðflokkin? Ivist ikki í, at Miðflokkurin er aktivur á transfermarknaðinum, nú nærkast vali. Men staðfestast má, at niðurflytingarstrikan er hóttandi nær, og verður einki munagott gjørt, fær Miðflokkurin líknandi lagnu sum Sjálvstýrisflokkurin fekk á seinasta vali - og sum KrFFFF fekk í 1998. KrFFFF minkaði tá úr 6,2% niður í 2,5%, so tað er als ikki ógjørligt at missa meiri enn helvtina av undirtøkuni, um illa vil til.
p.s. eftir at eg skrivaði hendan bloggin, er Sámal Hanni Lognberg farin úr Sambandsflokkinum upp í Miðflokkin. Tað er ein ordans kanin.

Comments
Post a Comment