Kann Miðflokkurin snáva um tinggáttina?
Jenis av Rana hevur sitið á Tingi síðani 1994. Mynd: Wikimedia Commons Miðflokkurin hevur verið fast inventar á Tinghúsvegi 1 síðani flokkurin á fyrsta sinni kom á Ting í 1994 - í ringastu krepputíðum. Flokkurin var tá eitt slag av mótmælisflokki: ein kristiligur flokkur við einum sosialum profili - eitt slag av kristnum sosialdemokratii. Upp gjøgnum 90’ini vóru bæði Miðflokkurin og Kristiligi Fólkaflokkurin umboðaðir á Løgtingi, men Kristiligi Fólkaflokkurin minkaði javnt og samt, til at partar av flokkinum fóru upp í aftur Fólkaflokkin, haðani hann upprunaliga spratt - tá undir navninum Framburðsflokkurin. Seinastu árini hevði hann hábærisliga navnið Kristiligi Fólkaflokkurin, Føroya Framburðs- og Fiskivinnuflokkur ella KrFFFF. Flokkurin snávaði í 1998 og stillaði ikki uppaftur - tó at hann hevði ein býráðslim í Klaksvíkar kommunu fram til 2004. Miðflokkurin hevur í síni livitíð svingað frá 4,1% av atkvøðunum í 1998 upp í 8,5% av atkvøðunum í 2008. Í 2008 hepnaðist honum at fáa heil...