Posts

Showing posts with the label Miðflokkurin

Lognberg-feðgarnir og vinstrasnaringin í føroyskum politikki

Image
Mynd: Vectorportal og Wikimedia Commons Rumblið í Sambandsflokkinum í sambandi við fosturtøkumálið í vetur førdi við sær, at fleiri valevni meldaðu seg út. Edva Jacobsen og Áron Vest tóku seg úr flokkinum tíðliga í november, og eftir at málið varð samtykt takkaði Sámal Hanni Lognberg eisini fyri seg. Hann skrivaði í tíðindaskrivi soleiðis : “Avgerðin kemur í kjalarvørrinum av, at ein løgtingslimur fyri Sambandsflokkin hevur verið við til at leggja fram uppskot um fría føsturtøku – eitt uppskot, sum Løgtingið samtykti í gjár. / Uppskotið fekk meiriluta á tingi, av tí at tveir tinglimir hjá Sambandsflokkinum atkvøddu fyri. - Slíkum vil eg ikki vera ein partur av.” Sámal Hanni fór tó ikki úr politikki, men fór í staðin upp í Miðflokkin, ið betri hóskar til hansara kjarnuvirði, ið m.a. siga, at “lívið er frá Gudi givið og er heilagt frá gitna til grøv.” Síðani hava nøkur onnur sambandsfólk meldað seg úr flokkinum, eins og Jaspur Langgaard og Magnus Rasmussen eru givnir í politikki. Tað ey...

Politiska landslagið í broyting

Image
Hesi eru millum kendu andlitini, ið ikki verða at síggja á Løgtingi eftir komandi val. Myndir: Wikimedia Commons og Løgtingið. Tað er undranarvert at lesa tíðindi í hesum døgum. Sera nógvir sitandi løgtingslimir og fyrrverandi valevni hava lagt kongin og ætla sær nú okkurt annað enn løgtingsarbeiðið.  Í Sambandsflokkinum eru Jaspur Langgaard, Magnus Rasmussen og Frimodt Rasmussen givnir, umframt onnur valevni á tí meiri kristinkonservativa bógnum. Í Javnaðarflokkinum er umvent. Her eru Ingilín D. Strøm og Uni Holm Johannesen givin, og flokkurin tykist fara eitt fet til høgru. Eisini frættist, at Henrik Old nú eisini gevst í politikki,- ein hin seinasti javnaðarmaðurin av gamla slagnum. Hetta er merkisvert, tí um Sambandsflokkurin fer eitt fet til vinstru og Javnaðarflokkurin eitt fet til høgru so møtast teir mest sum á miðjuni. Miðjan er søguliga staðið, har Sjálvstýri hevur verið heimahoyrandi, men við teimum útspølum, flokkurin er komin við higartil, sær tað mestur út sum, at Sjá...

Økta talið á tilflytarum elvir til panikk í Føroyum

Image
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, skal svara fyrispurningi frá Bárði á Lakjuni um tilflytarar. Mynd: Wikimedia Commons Talið á tilflytarum til Føroya er økt munandi seinastu árini. Tøl frá Hagstovuni fyri ríkisborgaraskapin hjá íbúgvum Føroya vísa, at síðani Fast Track-skipanin kom í gildi á heysti 2021 , er verulig gongd komin á tilflytingina úr londum uttanfyri Europa. Talið á tilflytarum úr Europa og Norðurlondum hevur annars staðið nøkulunda í stað seinastu árini. Lutfalsliga talið á donskum ríkisborgarum í Føroyum er tískil í minking. Í farnu øld lá hetta talið oman fyri 99%, men nú eru vit niðri á 93,6%. Føroyar eru sostatt væl á veg at gerast multikulturellar.   Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, hevur nú reagerað hvassliga upp á hesa gongd, og tí hevur hann sett landsstýriskvinnuni Sirið Stenberg nakrar spurningar , ið skulu svarast. Talan er um ein §52a-fyrispurning, og sambært heimasíðuni hjá Løgtinginum skal hann svarast innan 31. januar í ár. Tað ...

Fólkaflokkurin: landsflokkur, mansflokkur og ungdómsflokkur (mikubloggur)

Image
Beinir Johannesen hevur ein løgmann í búkinum. Mynd: Vágaportalurin Nýggjasta veljarakanningin hjá KVF er sera áhugaverd. Eitt er, at Fólkaflokkurin fær næstan 36% av atkvøðunum og tekur veljarar frá øllum øðrum flokkum, eisini teimum vinstravendu. Hesi tøl liggja ikki úti, men Fólkaflokkurin tekur lutfalsliga mest frá smáu flokkunum Miðflokkinum, Sjálvstýri og Framsókn, men tekur eisini heilt nógv frá hinum stóru flokkunum, enntá andstøðufelagnum Sambandsflokkinum. Tað mesta, ið Sambandsflokkurin dregur inn í bakborði frá Javnaðarflokkinum missir hann í stýriborði til Fólkaflokkin.  Lutfalsliga er størsta tilgongdin tó frá Miðflokkinum, og tað hevur uttan iva at gera við, at Bill Justinussen hevur skift flokk, og dregur veljarar við sær. Hinvegin tykist sum Miðflokkurin fær eitt sindur frá Sambandsflokkinum, allarhelst atkvøður hjá Sámali Hanna Lognberg. Men harumframt er størsta tilgongdin hjá Fólkaflokkinum frá fyrstuferðveljarum. Her er eisini áhugavert at kaga í talvuna frá ...

Sjálvstýri - á veg at gerast vinstraflokkur?

Image
  Sámal Petur í Grund er sjálvstýrisformaður, men hevur eisini stillað upp fyri Framsókn Sjálvstýri - áður: Sjálvstýrisflokkurin - hevur verið ein politiskur dvørgur heilt síðani seinna heimskríggj, tá ið Fólkaflokkurin - Radikalt Sjálvstýri - tók ta framburðshugaðu og loysingarhugaðu positiónina, ið Sjálvstýrsflokkurin hevði havt síðani aldarbyrjan. Hetta var m.a. tí at Jóannes Patursson , ið áður hevði verið berandi fyri Sjálvstýrisflokkin, skifti til fyrst Vinnuflokkin og síðani Fólkaflokkin. Men tað var eisini tí at um hetta mundi tók sjálvstýrishugurin dik á seg, soleiðis at bæði Fólkaflokkurin og seinni eisini Tjóðveldisflokkurin fingu vind í seglini og tóku nógv frá "móðurflokkinum".  Sjálvstýrisflokkurin stóð eftir sum ein “moderatur” flokkur bæði í sjálvstýrismálum og vinnumálum, og hann fór enntá nøkur ár í valsamgongu við Javnaðarflokkin. Hann gjørdist eisini heitur fortalari fyri nýggju heimastýrislógini - saman við Javnaðar- og Sambandsflokkinum. Hendan linjan hj...

Kann Miðflokkurin snáva um tinggáttina?

Image
Jenis av Rana hevur sitið á Tingi síðani 1994. Mynd: Wikimedia Commons Miðflokkurin hevur verið fast inventar á Tinghúsvegi 1 síðani flokkurin á fyrsta sinni kom á Ting í 1994 - í ringastu krepputíðum. Flokkurin var tá eitt slag av mótmælisflokki: ein kristiligur flokkur við einum sosialum profili - eitt slag av kristnum sosialdemokratii. Upp gjøgnum 90’ini vóru bæði Miðflokkurin og Kristiligi Fólkaflokkurin umboðaðir á Løgtingi, men Kristiligi Fólkaflokkurin minkaði javnt og samt, til at partar av flokkinum fóru upp í aftur Fólkaflokkin, haðani hann upprunaliga spratt - tá undir navninum Framburðsflokkurin. Seinastu árini hevði hann hábærisliga navnið Kristiligi Fólkaflokkurin, Føroya Framburðs- og Fiskivinnuflokkur ella KrFFFF. Flokkurin snávaði í 1998 og stillaði ikki uppaftur - tó at hann hevði ein býráðslim í Klaksvíkar kommunu fram til 2004. Miðflokkurin hevur í síni livitíð svingað frá 4,1% av atkvøðunum í 1998 upp í 8,5% av atkvøðunum í 2008. Í 2008 hepnaðist honum at fáa heil...