Lognberg-feðgarnir og vinstrasnaringin í føroyskum politikki

Mynd: Vectorportal og Wikimedia Commons


Rumblið í Sambandsflokkinum í sambandi við fosturtøkumálið í vetur førdi við sær, at fleiri valevni meldaðu seg út. Edva Jacobsen og Áron Vest tóku seg úr flokkinum tíðliga í november, og eftir at málið varð samtykt takkaði Sámal Hanni Lognberg eisini fyri seg. Hann skrivaði í tíðindaskrivi soleiðis: “Avgerðin kemur í kjalarvørrinum av, at ein løgtingslimur fyri Sambandsflokkin hevur verið við til at leggja fram uppskot um fría føsturtøku – eitt uppskot, sum Løgtingið samtykti í gjár. / Uppskotið fekk meiriluta á tingi, av tí at tveir tinglimir hjá Sambandsflokkinum atkvøddu fyri. - Slíkum vil eg ikki vera ein partur av.”


Sámal Hanni fór tó ikki úr politikki, men fór í staðin upp í Miðflokkin, ið betri hóskar til hansara kjarnuvirði, ið m.a. siga, at “lívið er frá Gudi givið og er heilagt frá gitna til grøv.”


Síðani hava nøkur onnur sambandsfólk meldað seg úr flokkinum, eins og Jaspur Langgaard og Magnus Rasmussen eru givnir í politikki. Tað eydnaðist tó væl hjá Sambandsflokkinum at finna nýggj valevni í staðin fyri tey ið góvust. Hóast rumblið í flokkinum, megnaði flokkurin at verja borg á løgtingsvalinum í mars 2026.


Í desember las eg bókina “Stríðið er vunnið” hjá Gerhardi Lognberg, ið er pápi Sámal Hanna. Eg ummældi eisini bókina í Vágskálini 12. desember. Í hesi bókini stendur mangt og hvat áhugavert fyri politiskt áhugað, men eitt eg beit merki í er, at Gerhard Lognberg upprunliga lá sera tætt upp at Dam-feðrunum Petur Mohr Dam og Atla Pætursson Dam. Í bókini lovprísar Gerhard mest sum Petur Mohr Dam, og eg síggi eisini Gerhard sum ein “klassiskan javnaðarmann”. Í 2013 Varð Gerhard koyrdur úr flokkinum eftir fund í “Javnaðarlosjuni”, og hetta var ikki tí at Gerhard var broyttur, men heldur tí at Javnaðarflokkurin var broyttur, og at Gerhard ikki hevði fylgt við tíðini. Í 2019 varð eisini Kristin Michelsen tveittur úr Javnaðarflokkinum, men Henrik Old kláraði at stýra millum skerini, hóast hann javnan gav ilt av sær.


Gerhard flutti tí eitt stig til høgru - inn í Sambandsflokkin, har hann nøkur ár seinni gav stafettina víðari til son sín - krúnprinsin Sámal Hanna Lognberg. Frá 2019 Til 2025 var Sámal Hanni sambandsmaður, men nú kendi hann seg eisini noyddan at flyta enn eitt stig til høgru - inn í Miðflokkin. 


Poengið er, at tað ikki eru hvørki Gerhard ella Sámal Hanni, ið hava flutt seg hugsjónarliga. Teir hava júst staðið í stað - sum klettar í brimi. Teir hava noktað at flyta seg við tíðini, men byggja framvegis á nøkur kristinkonservativ kjarnuvirði, ið vóru mainstream, tá ið Gerhard var ungur og Sámal Hanni var barn.


Men í hesum tíðarskeiði hevur Javnaðarflokkurin flutt seg fleiri fet til vinstru - væl at merkja eftir virðisásinum, og tað sama kann sigast um Sambandsflokkin, ið eisini er fluttur munandi til vinstru. Sigast má at nærum allir flokkar eru fluttir meiri ella minni til vinstru - summir meiri enn aðrir. Teir, ið hava flutt seg minst eru Fólkaflokkurin og serliga Miðflokkurin. Framsókn er so tann “liberali” útbrótarin úr Fólkaflokkinum, ið hevur gjørt, at Fólkaflokkurin ikki sjálvur hevur flutt seg stórvegis til vinstru. Teir, ið hava flutt seg mest eru Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, tó at Javnaðarflokkurin upp undir valið høgdi bremsurnar í og skifti vinstravíðgongdu Ingilín D. Strøm út við meiri miðjusøkjandi Ben Arabo. Eftir valið stendur Tjóðveldi hálvgum isoleraður á ytsta vinstraveinginum.


Trupulleikin er, at flokkarnir gerast alsamt meiri spjaddir hugsjónarliga. Gjógvin millum uttasta høgra og uttasta vinstra er nú risastór. Men sum heild hevur føroyska politiska landslagið flutt seg risafert til vinstru - og tey, ið standa fast verða tískil flutt til høgru lutfalsliga sæð. Tann heilt stóra orsøkin til nógvu politisku jarðskjálvtarnar seinastu árini er, at høgra/vinstra fullkomiliga hevur broytt týdning frá at snúgva seg um býtispolitikk til at snúgva seg um virðispolitikk. Býtispolitiskt er Gerhard nógv vinstravendari enn flestu javnaðarfólk í dag, men virðispolitiskt er hann nógv høgravendari.


p.s. Arnar Lognberg - abbasonur Gerhards - stillaði upp fyri Sambandsflokkin á Løgtingsvalinum 2026. Hann sigur seg vera munandi meiri liberalan enn feðgarnir úr Skopun. Arnar fekk 192 atkvøður í mun til tær 199 hjá Sámali Hanna. Teir hava ivaleyst kannibaliserað hvønn annan í ávísan mun.


Comments

Popular posts from this blog

Løgtingsmaðurin, ið ikki tímdi meiri

Spæl fyri gallarínum - ráðagerðin, ið elvdi til nýval

Tjóðveldi í samleikakreppu av Russlandspolitikkinum