Posts

Showing posts with the label Kristni

Gamlar kirkjur forða menningini av Fólkakirkjuni

Image
Í Glyvra prestagjaldi kunnu tey gleða seg til eina nýmótans kirkju við øllum hentleikum.  Er neyðugt at byggja fleiri kirkjur? Hava vit ikki nóg nógvar kirkjur sum er?  Slíkir spurningar eru ofta frammi at venda, tá ið ætlanir eru um at byggja nýggjar kirkjur. Vit hava í dag fleiri nýggjari kirkjur, og tær vildu vit neyvan verið fyri uttan. Um vit taka seinastu hálvu øldina eru hesar bygdar: Vesturkirkjan (1975), Fuglafjarðar kirkja (1984), Fríðrikskirkjan (1994), Gøtu kirkja (1995), Hoyvíkar kirkja (2007). Hesar eru allar stásiligar og virknar kirkjur, ið nøkta tørvin hjá nýmótans menniskjum.  Síðani eru nógvar kirkjur, ið eru 50-100 ára gamlar og 100-150 ára gamlar. Og so eru tað tær, ið eru eldri enn 150 ár, m.a. gomlu føroysku trækirkjurnar. Onkrar kirkjur eru umvældar, summar so mikið, at tær kunnu fungera sum nýmótans kirkjur, aðrar hava fingið kirkjuhús við síðunar av. Men nógvar kirkjur eru framvegis tær somu sum tær hava verið frá tí at tær vórðu bygdar. Tær vóru...

Páskadagarnir - eitt frírúm frá systeminum

Image
Kristindómurin hevur givið okkum nógvar halgidagar. Halgi-, merki- og sunnudagar eru arvasilvur, ið vit ikki mugu spæla okkum av hendi av verðsligum grammleika. Mynd; Wikimedia Commons Páskadagarnir eru nú farnir um bak, og vanliga lívið er farið í gongd aftur - fyri fyrst. Tí tað koma jú fleiri aðrir halgi- og merkidagar hesa komandi tíðina. Páskatíðin hevur sjálvandi fyrst og fremst eitt andaligt innihald, men harumframt gevur hon eisini eitt frírúm frá áhaldandi “hamstarahjólinum”, ið ger lívið til ein meldur av framleiðslu og forbrúki. Hetta “modernaða” lívið hevur givið okkum nógv, men hevur eisini tikið onnur virði frá okkum. Tí er hugaligt við fimm samanhangandi frídøgum, har vit /flest) øll kunnu hava frí - samstundis! Tí tað hevur týdning, at vit ikki bara hava sundurpettaða frítíð her og har, men eisini hava nakrar dagar og tíðarskeið í árinum, har frítíðin er felags.  Í einum kalendarastýrdum arbeiðsmarknaði verður frítíðin løgd eftir tørvi, ella tá ið tað passar til arb...

Lognberg-feðgarnir og vinstrasnaringin í føroyskum politikki

Image
Mynd: Vectorportal og Wikimedia Commons Rumblið í Sambandsflokkinum í sambandi við fosturtøkumálið í vetur førdi við sær, at fleiri valevni meldaðu seg út. Edva Jacobsen og Áron Vest tóku seg úr flokkinum tíðliga í november, og eftir at málið varð samtykt takkaði Sámal Hanni Lognberg eisini fyri seg. Hann skrivaði í tíðindaskrivi soleiðis : “Avgerðin kemur í kjalarvørrinum av, at ein løgtingslimur fyri Sambandsflokkin hevur verið við til at leggja fram uppskot um fría føsturtøku – eitt uppskot, sum Løgtingið samtykti í gjár. / Uppskotið fekk meiriluta á tingi, av tí at tveir tinglimir hjá Sambandsflokkinum atkvøddu fyri. - Slíkum vil eg ikki vera ein partur av.” Sámal Hanni fór tó ikki úr politikki, men fór í staðin upp í Miðflokkin, ið betri hóskar til hansara kjarnuvirði, ið m.a. siga, at “lívið er frá Gudi givið og er heilagt frá gitna til grøv.” Síðani hava nøkur onnur sambandsfólk meldað seg úr flokkinum, eins og Jaspur Langgaard og Magnus Rasmussen eru givnir í politikki. Tað ey...

Ver væl komið Harrans ár!

Image
Gudmund Bruun (1891-1956) týddi Ver vælkomið Harrans ár til føroyskt.  Ein av mínum yndissálmum er “Ver væl komið Harrans ár!” , væl at merkja adventssálmurin #85 týddur av Gudmund Bruun við støði í Grundtvig. Hin týðingin, #532 hjá H.D. Petersen verður vanliga sungin Nýggjársdag, men leggur ikki sum hin fyrri dent á kirkjuárið. Gudmund Bruun brúkar høvið at leggja dent á Jóladag, Páskag og Hvítusunnu, ið symboliserar tríeindina í kristnu trúnni.  Sjálvur seti eg prís upp á høgtíðir. Fyri meg eru høgtíðir og aðrir merkisdagar sum andaligir sólskinsdagar í einum annars ruskutum ári. Vit hava longu lagt Adventina, Stytsta dag og Nýggjársdag aftur um okkum, og í dag - Trettanda - eru jólini av. Nógv annað er at gleða seg til: Kyndilsmessa, Føstulávint, Grækarismessa, Flaggdagur - fyri ikki at gloyma øll samanhangandi ketan av høgtíðum frá Pálmasunnudegi til og við Hvítusunnu. Hetta er ein dramatisk tíð, ið bæði er bjørt og døpur, men hetta er kjarnin í kirkjuárinum, ið gevur mei...

Um nú nýggjar øldir líða, halt á somu leið várt starv! (mikubloggur)

Image
Jóannes Patursson í siðbundnum hami. Mynd. Wikimedia Commons Hugleiðingar gamlaárskvøld 2025 “Um nú nýggjar øldir líða, halt á somu leið várt starv!” Soleiðis byrjar Jóannes Patursson triðja og seinasta ørindi í sálminum Boðar tú til allar tjóðir , og heldur hann fram: “at vit ikki lata svíða dugnaloysi til hin arv, sum vit ervdu fedrum av;”. Hetta skal alt “tryggja føroyingunum her at byggja.” Hetta er sjálvandi skrivað í eini heilt aðrari tíð - í 1905, tá ið Føroyar framvegis vóru sera merktar av siðbundnum, kristnum siðaarvi og undir ávirkan av eini spírandi tjóðskaparkenslu. Hetta var ein tíð, tá ið siðir, kristin virði og tjóðskapur so at siga vóru ein “tríeind”; ein tíð, tá ið samfelagið hevði ein greiðan rætning, tá ið tað mesta gekk upp í eina hægri eind, tá ið framburður var eitt felags mál. Umframt Jóannes Patursson bygdu Jákup Dahl, Mikkjal á Ryggi, Símun Mikal Zachariasen, Hans Andrias Djurhuus, Jógvan Waagstein, Victor Danielsen v.fl. síni mentanaravrik á hesa tríeind. A...