Ver væl komið Harrans ár!

Gudmund Bruun (1891-1956) týddi Ver vælkomið Harrans ár til føroyskt. 
Ein av mínum yndissálmum er
“Ver væl komið Harrans ár!”, væl at merkja adventssálmurin #85 týddur av Gudmund Bruun við støði í Grundtvig. Hin týðingin, #532 hjá H.D. Petersen verður vanliga sungin Nýggjársdag, men leggur ikki sum hin fyrri dent á kirkjuárið. Gudmund Bruun brúkar høvið at leggja dent á Jóladag, Páskag og Hvítusunnu, ið symboliserar tríeindina í kristnu trúnni. 

Sjálvur seti eg prís upp á høgtíðir. Fyri meg eru høgtíðir og aðrir merkisdagar sum andaligir sólskinsdagar í einum annars ruskutum ári. Vit hava longu lagt Adventina, Stytsta dag og Nýggjársdag aftur um okkum, og í dag - Trettanda - eru jólini av. Nógv annað er at gleða seg til: Kyndilsmessa, Føstulávint, Grækarismessa, Flaggdagur - fyri ikki at gloyma øll samanhangandi ketan av høgtíðum frá Pálmasunnudegi til og við Hvítusunnu. Hetta er ein dramatisk tíð, ið bæði er bjørt og døpur, men hetta er kjarnin í kirkjuárinum, ið gevur meining og setir kós fyri allar kristnar føroyingar. At vit enntá hava Dýra biðidag at savnast í, ger tað ikki verri. Danir hava strikað Dýra biðidag fyri at fáa ráð at føra kríggj. Vorðið sum raðfesting!


Flestu høgtíðir og merkisdagar liggja í várhálvuni. Eftir Hvítusunnu kemur Trinitatis-tíðarskeiðið, ið tó hevur síni ljóspunkt. Vit hava sjálvandi stevnur gjøgnum alt árið, har serliga Ólavsøkan skarar fram úr. Men eisini hava vit Alrahalgannadag, ið kann víðkast við Alrahalgannaaftan (All Halllows’ Eve, bronglað til Hallowe’en) Alrasálnadegi og minningardegi teirra sjólætnu. Eisini eru ymiskar aðrar messur møguligar at halda, m.a. Mortansmessa, har til ber at tjóvstarta jólini. 


Hví nevni eg alt hetta, og hvat hevur hetta við politikk at gera?


Hetta hevur serstakliga nógv við politikk at gera. Vit síggja ræðudømið úr Danmark, har SVM-stjórnin tók høgt elskaða Dýra Biðidag frá fólkinum, og verður harðliga revsað fyri hetta. Donsku Sosialdemokratarnir standa nú til at missa støðuna sum størsti flokkur í Danmark, m.a. vegna strikingina av fremsta fermingardegi á Flatlondum. Vónandi sláa føroyingar manngarð um Dýra biðidag og aðrar høgtíðar- og merkisdagar. Tað eru sjálvandi pengar at vinna við at strika hesar dagar - og hví skulu vit forrestin hava afturlatið Sunnudag?


Jú, sjálvandi ber til at skapa vøkstur við at strika høgtíðir, merkisdagar og sunnudagar. Men vit mugu ikki gloyma hvussu stórt virði hesir dagar hava fyri okkum føroyingar. Eitt er, at teir geva okkum kós, meining og felagsskap. Heldur ikki mugu vit gloyma, at hesir dagar geva okkum møguleika at savnast. Virðið av at (flest) øll hava frí samstundis skal ikki undirmetast. Gaman í kann man taka frí eftir tørvi, men tá ið vit øll hava frí samstundis: sunnudagar, halgidagar og merkidagar, kunnu vit skapa nakað felags, ið pengar ikki kunnu keypa. 


Lívið er annað enn bara arbeiði og pengar. Minst til at halda hvílidagin heilagan, ljóðar eitt av teimum tíggju boðunum. Hetta er sanniliga politikkur, og eftir mínum tykki eitt arvagóðs, ið vit ikki mugu missa fyri løtuvinning, hóast pengagrammir vinnulívsmenn gjarna vildu sæð okkum arbeitt hvønn dag, frá morgni til myrkurs - ja, helst bæði dags-, kvøldar- og náttarvaktir. Vit skulu heldur ikki gloyma virðið í at hava nakað at gleða okkum til. Gleðin liggur ikki bert í sjálvari høgtíðini, men eisini í at gleða seg til ymsu høgtíðirnar. 


Harrans ár, ið ger hjørtuni glað,

nú ber okkum gleði hvønn Harrans dag.

Vælkomið nýar! Væl vær fagnum tær.  



Comments

Popular posts from this blog

Løgtingsmaðurin, ið ikki tímdi meiri

Tjóðveldi í samleikakreppu av Russlandspolitikkinum

Sjálvsøknið hjá Eyðdis fekk Sambandsskriðuna at leypa