Kanska koma jólini ikki úr einum handli?
![]() |
| Hvør vinnur stríðið um føroysku jólini? AI-mynd |
Hoyrdi søguna Jólagásin hjá Martini Joensen (1949) sagda frá nú ein dagin. Hendan søgan snýr seg um nøkur fátækafólk í eini ónevndari bygd, ið hava ein hóp av børnum... "høvd í høvd, og onkuntíð uppímillum komu tvey", men mest sum ongar ognir... "áttu ikki sýru í vegg - vóru so ørm sum kirkjurottan." Gerandis kunnu tey liva við at børnini ganga í slitnum pløggum og eta soltnan - stundum stolnan - mat, men nú jólini nærkast hartar konan Birita mann sín Hálvdan fyri ikki at vera inniløgumaður. "Tú situr sum ein deyda... ein deydningur, ein órøkiskroppur." Og nú kemur ein spoilari! Hálvdan ger av at stjala eina gás frá bóndanum Símuni, og fátæka húskið fær eini gleðilig jól hóast alt - eina stolna jólagás... "ein vælsignaður fuglur til fiti, ein sonn krás." Ein morala millum linjurnar er, at bóndin gaman í var í øðini, men ikki meldaði til sýslumannin, tí øll hava uppiborið eini gleðilig jól, eisini ringastu tjóvsvætti í bygdini.
Jólini eru ein tíð, tá munurin millum høg og lág gerst alsamt týðiligari. Tey vælbjargaðu kunnu erpa sær við alskyns mati, klæðum og dýrum gávum, meðan tey fátøku ofta mugu søkja sær hjálp fyri at fáa eini nøkulunda jól. Summi gerast enntá so desperat, at tey mugu stjala. Jólini verða stundum nevnt ein sjóneyka á sosialar trupulleikar, og viðhvørt eru jólini tað, ið fær korthúsið at rapa. Ein háttur at bjarga sær gjøgnum høgtíðina er við at søkja jólahjálp.
Jólini byrja søguliga við 1. sunnudegi í advent - í dag! Men jólini í dag eru vorðin víðkaði langt inn í heystið, soleiðis at tey ofta byrja so skjótt Allahalganardagur er farin aftur um. Vátligar typur seta markið við J-dag og matligar typur við Mortansmessu. Fyri tey keypshugaðu byrja jólini við sonevnda Svartafríggjadegi - Black Friday, ein amerikanskur merkisdagur, ið so at siga er “Annar Thanksgiving-dagur”. Dagin eftir Thangsgiving fara amerikanarar út at keypa jólagávur; annan Jóladag fara teir at býta gávurnar um. Ein sera ósjarmerandi og følsk siðvenja, ið banaliserar gávuna sum meiningskapandi fyribrigdi.
Ovurnýtsla og impulskeyp eru dømi um hvat Svartifríggjadagur kann elva til. Fólk verða við lýsingum lokkað til at keypa ting, teimum ikki veruliga tørvar, og hetta førir til óneyðugt forbruk og kann enntá seta fólk í skuld, serliga um tey taka sonevnd brúkslán frá handlunum. Luksusfellan er ongantíð so lokkandi sum tíðina fram til jóla.
Svartifríggjadagur elvir eisini til stress, sosialt trýst og sonevnt “FOMO” - “Fear Of Missing Out” (Ótti fyri ikki at vera við). Fólk verða partur av av eini forbrúkskapping, har tey kenna seg noydd at keypa fyri ikki at missa eitt gott tilboð. Dømi eru um illa sperdar familjur, ið hóast vána fíggjarviðurskifti hava kent seg noyddar at keypa dýrar hondbóltsferðir fyri ikki at vera verri enn grannin - “Keeping up with the Joneses”, sum amerikanarar siga.
Keypsátøk sum Svartifríggjadagur eru harumframt ein fyrimunur fyri stórar handlar og handilsketur, ið hava møguleika fyri at veita sera góð tilboð. Smærri handlar hava ikki sama møguleika at kappast, og á hendan hátt verða smærri handlar lagdir undir trýst ella lata við tíðini aftur. Stóra kappingin frá Nethandlum ger bara støðuna enn truplari hjá handlum í nærumhvørvinum.
At enda má nevnast at økta forbrúkið Svartafríggjadag er við til at leggja trýst á umhvørvið. Tí eru summir handlar, ið í staðin fyri halda Grønafríggjadag - Green Friday - ið er nærum tað øvuta av Svartafríggjadegi. Á hendan hátt er forbrúkið eisini við til at markera okkara lívsstílsval. Hevur tú ein materialistiskan lívsstíl, ið snýr seg um at ogna sær “ting”, so er Svartifríggjadagur tín dagur. Hevur tú hinvegin ein postmaterialistiskan lívsstíl, ið snýr seg um at verja umhvørvið og nærsamfelagið, so er Grønifríggjadagur helst tín dagur. Tað ber til at gera mun við “politiskum forbrúki”.
Men týdningarmest av øllum er at halda fast við, at adventstíðin og jólini eiga at snúgva seg um sambondini við tína familju, tínar næstringar og títt nærumhvørvi. Tað er ikki støddin á gávuni, ið hevur týdning, men meiningin við gávuni. Og í hesum vil eg vísa á, at ein gáva ikki nýtist at vera ein vøra (eitt ting), men líka so væl kann vera ein tænasta. Atgongumerki til ein festival ella ein sjónleik eru dømi um eina gávu, ið ikki bara skal pakkast inn og pakkast út, men sum kann njótast saman við gevaranum.
Eg vil enda við ríminum hjá Dr. Seuss um “grinchin”:

Comments
Post a Comment