Nei, rúsur er ikki frælsi!
| Tá gleðilig jól gerast keðilig jól. Mynd: Pixabay/azmeyart-design |
Hjá nógvum eru jólini vorðin ein undanførsla fyri at rúsa seg. Spiritus fyllir meiri enn spiritualitetur. Tað byrjar við J-degnum, har bryggjaríini koma við ársins jólabryggi - ofta við góðum “happy hour”-tilboðum, ið skulu framskunda og økja um rúsin.
Síðani byrja jólaborðhaldini, ið nærum kappast um at vera vátlig. Jú hægri promilla, tess betri. Og sjálvt tá ið jólini koma, eru fólk framvegis tyst. Øl, vín og brennivín kemur á borðið nógvastaðni, bæði jólaaftan, jóladag - og serliga annan jóladag, ið søguliga er stóra dansikvøldið í nógvum bygdum.
Men rúsurin er ein misskiltur hugni. Hóast tey flestu hava stuttleika av hesum, elvir rúsdrekka - og onnur rúsevni - til stórar sosialar trupulleikar. Onkur missir arbeiðið, onkur missir koyrikortið, onkur missir hjúnabandið, ja onkur missir hús og heim. Rúsurin er onkursvegna ein flýggjan undan trupulleikunum í gerandisdegnum, men heldur enn at loysa trupulleikarnar, ger rúsurin bara alt enn verri. Sum Homer Simpson segði so væl: "Here's to alcohol, the cause of, and solution to, all of life's problems!".
Sagt verður at rúsurin ger teg frían, fær teg at tora betri og vera meiri sosialan. Men hetta er sum at pissa í buks, tí avleiðingarnar av bráðfeingis eydnuseminum raka hart dagin eftir. Lyftið um “frælsi á fløsku” er eitt falskt lyfti, ið handilsfólk gjarna vilja selja okkum. Enn verri er, tá pusharar selja rúsevni í tablett-, tubbaks- ella pulvurformi - ella kanska í sprøytu? Hesi evni hava ofta enn verri avleiðingar enn alkohol, tí tey eru meiri tørvelvandi. Summi teirra eru eisini sera vandamikil. Enn hava vit ikki somu trupulleikar sum í USA, har milliónir eru bundin at opioidum sum fentanyli og hundraðtúsundtals fólk doyggja á hvørjum ári. Fentanyl lovar frælsi, men úrslitið er, at gøturnar í amerikonskum stórbýum eru fyltar við zombie-líknandi neyðardýrum.
Tað er eitt langt lop frá San Francisco til Steinatún í Havn, men minni kann eisini gera tað. Flestu heimleysu menn vóru einaferð vælvirkandi familjumenn, men teir valdu rúsin fram um aðra hjálp. “Vit búgva á Herberginum. Vit hava eina heila madrass í part. / Vit dugdu einaferð at arbeiða, men nú hava vit gloymt alt, sum vit hava lært”, sum Páll Finnur Páll taka til. Um konan rýmdi tí maðurin drakk, ella maðurin drekkur, tí konan rýmdi, kann sjálvandi vera ymiskt.
Tað er neyvan nøkur gongd leið at banna rúsandi løgi og rúsandi evnum, sum víðgongd fráhaldsfólk kundu hugsað sær. Rúsur er ein partur av samfelagnum, men tað merkir ikki, at rúsur nýtist at verða glorifiseraður og promoveraður av handilsfólkum. Fyri góðari øld síðani fingu vit eina stranga rúsdrekkalóg, tí handilsmenn brúktu rúsdrekka til at lirka ognir frá lættlokkiligum monnum. Vælbjargaðir menn endaðu sum neyðardýr, og hóast jørð ikki verður sett í veð fyri brennivín nú á døgum, seta nógv fólk sína framtíð í veð fyri bráðfeingis eydnusemið, ið rúsurin gevur.
Rúsurin átti at verið minkaður munandi. Sum nú er verða fólk lokkað at drekka, hóast tey ikki tola tað. Sjálvt arbeiðspláss ganga á odda at lokka fólk í óføri við einum bólkatrýsti um at drekka - tað tykist mær intuitivt skeivt! Til alla lukku eru alkoholfrí alternativ vorðin vanligari. Frá politiskari síðu átti man at tryggjað at alkoholfrítt øl varð munandi bíligari enn vanligt øl.
Sum heild er tað tó hugburðurin til rús, ið er trupulleikin. Tað ber væl til at hava tað stuttligt uttan at rúsa seg, men tá ið fólk flest verða skít, er tað ikki longur stuttligt fyri tey edrúu. Ein noyðist nærum at drekka fyri at halda tey rúsaðu fólkini út. Vaksin fólk kunnu velja bara at fara heim, men børn og avvarðandi hava ikki hendan møguleikan. Tá ið tað verður “dekan ov stuttligt” eina jólaaftan, hava børnini ikki aðrastaðni at fara enn á kamarið. Tað er sanniliga syrgiligt, tá dreymurin um jólini endar sum ein marra.
p.s. Hoyrdi Edvu Jacobsen í útvarpinum nú ein dagin, har hon greiddi frá teimum mongu tilboðum, ið Blái Krossur hevur nú um jólini.
Comments
Post a Comment