Posts

Showing posts with the label Rúsdrekka

Føroya Bjór er feilstaðsett í Klaksvíkar miðbýi (mikubloggur)

Image
Í nøkur ár hevur verið stríð millum Føroya Bjór og Klaksvíkar kommunu, ið týðiliga hava ymiskar fatanir av menningini av Klaksvíkar miðbýi. Klaksvík var í farnu øld ein ídnaðarbýur, men er seinastu árini umbroyttur til ein tænastu- og vitanarbý. Hóast hetta eru nógvir klaksvíkingar uppvaksnir í ídnaðarsamfelagnum og hava tí ikki skilt, hvussu nógv Klaksvík er broytt upp á lutfalsliga stutta tíð.  Føroya Bjór er staðsett í miðbýnum í Klaksvík, og tað er ein greið feilstaðseting. Eitt framleiðsluvirki hoyrir ikki heima í miðbýnum, men átti at verið staðsett í útjaðaranum av býnum - ella uttan fyri býin. Í farnu øld vóru onnur framleiðsluvirki í miðbýarbeltinum millum Borðoyarvík og Vágna, men hesi eru antin givin ella umbroytt til tænastuvirksemi. Eftir stendur Føroya Bjór sera malplaserað millum kirkju, mentanarhús, matstovur, apotek, hotell og ymiskt annað tænastuvirksemi. Á kortinum havi eg litað Føroya Bjór reytt fyri at vísa staðsetingina. Aðrir vinnubygningar eru litaðir violet...

Nei, rúsur er ikki frælsi!

Image
Tá gleðilig jól gerast keðilig jól. Mynd: Pixabay/azmeyart-design Hjá nógvum eru jólini vorðin ein undanførsla fyri at rúsa seg. Spiritus fyllir meiri enn spiritualitetur. Tað byrjar við J-degnum, har bryggjaríini koma við ársins jólabryggi - ofta við góðum “happy hour”-tilboðum, ið skulu framskunda og økja um rúsin. Síðani byrja jólaborðhaldini, ið nærum kappast um at vera vátlig. Jú hægri promilla, tess betri. Og sjálvt tá ið jólini koma, eru fólk framvegis tyst. Øl, vín og brennivín kemur á borðið nógvastaðni, bæði jólaaftan, jóladag - og serliga annan jóladag, ið søguliga er stóra dansikvøldið í nógvum bygdum.   Men rúsurin er ein misskiltur hugni. Hóast tey flestu hava stuttleika av hesum, elvir rúsdrekka - og onnur rúsevni - til stórar sosialar trupulleikar. Onkur missir arbeiðið , onkur missir koyrikortið, onkur missir hjúnabandið, ja onkur missir hús og heim. Rúsurin er onkursvegna ein flýggjan undan trupulleikunum í gerandisdegnum, men heldur enn at loysa trupulleikar...