Gerið upp við rúsdrekka-tvingsilin
| Skíggjamynd tikin av mær við Rúsfríu Barrina. Sí film. |
Eftir frálíku Mentanardagarnar í Fuglafirði varð ein video gjørd, har eg m.a. varð avdúkaður í at keypa ein rúsfrían cocktail í Rúsfríu Barrini beint uttan fyri Mentanarhúsið. Seinastu árini hevur verið møguligt at keypa leskiligar drykkir á nógvum festivalum og stevnum, og eg skal heilsa og siga, at teir smakka sera væl.
Rúsfría Barrin er ein vognur hjá Liv Lívið, sum fer til ymisk tiltøk kring landið og bjóðar rúsfrí alternativ, soleiðis at tørvurin á at drekka alkohol verður minkaður. “Tað skal vera kul at vera rúsfríur, og eigur tað ikki at vera nakað, man skammast av”, skrivar Liv Lívið á síni heimasíðu.
Á nógvum tiltøkum er rúsurin ofta valdandi, og hetta er vorðið so sjálvsagt, at spurnatekin ikki verður sett við tað, men sum Liv Lívið skrivar víðari: “Tað eigur ikki at vera neyðugt at koma við undanførslum fyri at fáa sær eitt rúsfrítt alternativ, sum at man skal koyra ella man skal tíðliga upp morgunin eftir”.
Eg eri ikki sjálvur fráhaldsmaður, men mær dámar at kunna fara til tiltøk uttan at verða tvungin at drekka. Hetta er tó ikki altíð so lætt, bæði tí at bólkatrýstið er sterkt at drekka og tí at tað sjáldan eru góð alternativ til rúsandi løgir. Kanska skal eg koyra, kanska skal eg spæla dagin eftir, kanska vil eg bara vera væl fyri dagin eftir, tí veðrið fyri einaferð skyld verður gott? Ella kanska eri eg saman við fólkum, ið ikki drekka. Harumframt er man nógv meiri til staðar, um ein er rúsfríur, tí sansirnir tá ikki verða doyvdir.
Vit liva í eini løgnari tíð, har man verður meiri kritiseraður fyri ikki at drekka enn fyri at drekka. Tað er tann umvenda verð! Tað eru longu seks ár síðani at eg hevði eitt átak fyri alkoholfríum øli, m.a. sum gestur í Góðan Morgun Føroyar, har eg m.a. segði. “Summi fólk tykjast hava tørv á at niðurgera alkoholfrítt øl. Tað verður samanborið við vatn, maltøl ella sodavatn. Alkoholfrítt øl verður snøgt sagt happað og ikki tikið fyri fult.” (Bara tað, at alkoholfríur cocktail niðrandi verður nevndur “mocktail”, sigur alt.)
Seinastu árini eru alkoholfríu alternativini tó vorðin fleiri og betri. Í 2020 skrivaði eg eisini greinina Upp á tíðina at Føroyar byrja at gera alkoholfrítt øl. Nógvar góðar føroyskar alkoholfríar ølir eru síðani komnar á marknaðin, soleiðis at til ber at fara á eina konsert og drekka øl uttan at skula umbera, hví ein ikki drekkur. Mær dámar sera væl tí gulu “0,OY”, men eisini er alkoholfría ølin hjá Føroya Bjór vorðin munandi betri enn hon upprunaliga var. Tíverri var einki alkoholfrítt øl at fáa á Norðfestival, og tí frekventeraði eg Rúsfríu Barrina alt kvøldið norðuri á Viðareiði. Í Mentanarhúsinum í Fuglafirði hava tey tíbetur alkoholfrítt øl, so eg keypti einans ein cocktail frá Rúsfríu Barrini hetta kvøldið.
Men tá tað er sagt, so eiga alkoholiskir drykkir munin hvat viðvíkur smakki. Eg eri sjálvur limur í whiskyfelagnum EinMalt, og eri “whiskykennari”. Men at verða tvingaður at drekka fyri at sleppa at lurta eftir tónleiki býður mær ímóti. Tá ið eg keypi eitt dýrt atgongumerki vænti eg at fáa valmøguleikan at drekka alkoholfrítt. Eg var í hvussu er ómetaliga skuffaður av, at Føroya Bjór ikki bjóðaði áhoyrarunum alkoholfrítt øl á Norðfestivalinum.
Comments
Post a Comment