Gerið upp við rúsdrekka-tvingsilin
Skíggjamynd tikin av mær við Rúsfríu Barrina. Sí film . Eftir frálíku Mentanardagarnar í Fuglafirði varð ein video gjørd, har eg m.a. varð avdúkaður í at keypa ein rúsfrían cocktail í Rúsfríu Barrini beint uttan fyri Mentanarhúsið. Seinastu árini hevur verið møguligt at keypa leskiligar drykkir á nógvum festivalum og stevnum, og eg skal heilsa og siga, at teir smakka sera væl. Rúsfría Barrin er ein vognur hjá Liv Lívið, sum fer til ymisk tiltøk kring landið og bjóðar rúsfrí alternativ, soleiðis at tørvurin á at drekka alkohol verður minkaður. “Tað skal vera kul at vera rúsfríur, og eigur tað ikki at vera nakað, man skammast av” , skrivar Liv Lívið á síni heimasíðu . Á nógvum tiltøkum er rúsurin ofta valdandi, og hetta er vorðið so sjálvsagt, at spurnatekin ikki verður sett við tað, men sum Liv Lívið skrivar víðari: “Tað eigur ikki at vera neyðugt at koma við undanførslum fyri at fáa sær eitt rúsfrítt alternativ, sum at man skal koyra ella man skal tíðliga upp morgunin eftir”. ...