Ólavsøkan - ein rúsevnahøgtíð
![]() |
| Drukkin maður. Mynd: PxHere. |
Eitt eru nýggju rúsevnini, ið tykjast hava fingið fastatøkur á føroyingum. Men vit gloyma nógv hitt mest brúkta rúsevnið, ið framvegis er alkohol. Bæði á stevnum, festivalum og ikki minst á Ólavsøku fyllir alkohol sera nógv. Gaman í liggja fólk ikki í sama mun slødd á gonguteigum og grasvøllum, men hinvegin ber í dag illa til at fara á Ólavsøku, uttan at ganga framvið rúsdrekkabúðir á hvørjum horni. Nú á døgum nýtist ein ikki at fara inn á barrir fyri at keypa sær rúsandi løg, nei rúsdrekka verður nærum trýst inn á fólk, sum tey ganga oman og niðan Áarvegin, Vaglið, Niels Finsensgøtu og aðrar havnargøtur.
Við at normalisera alkohol á hendan hátt, skapa vit óneyðugar freistingar fyri ungfólk, ið leggja grundina fyri lívslangar alkoholtrupulleikar. Ein svensk kanning vísir, at tey flestu, ið gerast bundin, verða tað áðrenn tey fylla 25 og helvtin áðrenn tey fylla 21. Ólavsøkan hevur knýtt nógv góð og varandi bond, men tíverri eisini bundinskap at rúsi.
Alkohol er framvegis tað rúsevni, ið er mest útbreitt og elvir til størstu skaðar. Eitt eru tey, ið gera skaða á onnur vegna alkohol ella gerast bundin av alkoholi - gerast alkoholikarar. Minni verður hugsað um, hvussu stóran skaða alkohol eisini ger á tey, ið hava viljastyrki at avrúsa seg eftir hvørt tørn. Ein lívslong ovurnýtsla av alkoholi kann hava ógvusligar avleiðingar fyri heilan. Avleiðingar sum angist og tunglyndi verða ofta sjálvmedisineraðar við alkoholi, ið tó bara gera hesar sjúkur enn verri. Men eisini gongur alkohol út yvir minnið og kognitivar førleikar. Tú kemur í váða fyri at gerast minni virkisførur og enntá minnisveikur, um tú áhaldandi drekkur.
MR-kanningar av 37.000 miðaldrandi bretum vístu eitt týðiligt mynstur: “De av deltakerne som hadde oppgitt at de drakk minst ett glass vin om dagen hadde mindre hjernevolum. Jo mer folk oppga at de drakk, jo mindre hjernevolum hadde de. En mann på 50 år som øker drikkingen sin fra en til to enheter per dag, har en hjerne som er to år eldre enn den skulle vært. En økning fra to alkoholenheter til tre viste endringer tilsvarende 3,5 år.”
Við øðrum orðum eldist heilin av alkoholnýtslu, og jú meiri tú drekkur, tess verri verður støðan. Sum vera man er hetta eisini við til at framskunda demens, ja enntá alkoholdemens, ið eisini er ein aktuellur trupulleiki.
“Eingin nøgd av alkoholi er sunn, líka sum eingin nøgd av sigarettum er sunn. Tað er ein kalkulerað risiko, sum tú mást vera klárur yvir, um tú drekkur ella roykir”, segði ein lækni so væl. Lívslang ovurnýtsla av alkoholi og tubbaki er viðvirkandi orsøk til at nógv eldri fólk eru vorðin minnisveik. Nýggj “ónormal” rúsevni gera sanniliga ikki støðuna betri, men “normalu” rúsevnini eru framvegis tey, ið gera størstan skaða sum heild.

Comments
Post a Comment