Posts

Showing posts with the label Halgidagar

Ólavsøkan - ein rúsevnahøgtíð

Image
Drukkin maður. Mynd: PxHere. “Í dag haldi eg, at vit øll á hesum høga tingi kunnu vera samd um, at rúsevni eru rótin til alt ilt. Og tí mugu vit leggja meira fyri nú. Fyrr í summar boðaði løgreglan frá, at brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari. Hald verður lagt á størri nøgdir av rúsevnum, og tað kann vera ein ábending um vaksandi misnýtslu.” Soleiðis segði løgmaður Beinir Johannesen m.a. Í ólavsøkurøðuni í ár , og seinni segði hann: “Men tað týdningarmesta er at fyribyrgja og tálma rúsevnanýtslu sum heild. Og her hugsi eg ikki bara um misnýtslu, men eisini nýtslu. Í seinastuni hava vit sæð fleiri dømi um, at tað er vorðið vanligt at taka rúsevni á almennum, sjónligum støðum, eitt nú á festivalum.” Eitt eru nýggju rúsevnini, ið tykjast hava fingið fastatøkur á føroyingum. Men vit gloyma nógv hitt mest brúkta rúsevnið, ið framvegis er alkohol. Bæði á stevnum, festivalum og ikki minst á Ólavsøku fyllir alkohol sera nógv. Gaman í liggja fólk ikki í sama mun slødd á gonguteigum og gras...

Frá Heilagum Anda til andaleyst vitlíki

Image
Fremmandgjørdi heilin. Mynd: Picryl Í dag er Hvítusunnudagur - hátíðin, sum verður hildin 50 dagar eftir páskir - harav grikska navnið “Pentekoste”, ið merkir hálvtrýssint. Hvítusunnan byggir á frásøgnina í Ápostlasøguni , har Heilagi Andin kom yvir lærisveinar Jesusar, so teir kundu boða kristindómin kring allan heim. Hvítusunnan verður eisini nevnd føðingardagur kirkjunnar. Hvítusunnan hevur fyrst og fremst andaligan týdning, tí hon minnir á upphavið til kristinboðanina, hennara megi, virði og felagsskap. Men harumframt er Hvítusunnan ein almennur frídagur, sum gevur fólki møguleika at hvíla seg, menna seg og vera saman við familju og vinum. Eisini styrkir Hvítusunnan sosiala og mentanarliga samanhaldið kring landið við stevnum, útigudstænstum, konsertum o.ø. Eg skrivi nógv um høgtíðir, ikki tí at eg eri nakar prædikumaður, men tí at eg síggi stóra savnandi virðið í hesum høgtíðum, har fólk flest hava frí samstundis og kunnu savnast í felagsskapi. Hvítusunnan er onkursvegna ein “lí...

Páskadagarnir - eitt frírúm frá systeminum

Image
Kristindómurin hevur givið okkum nógvar halgidagar. Halgi-, merki- og sunnudagar eru arvasilvur, ið vit ikki mugu spæla okkum av hendi av verðsligum grammleika. Mynd; Wikimedia Commons Páskadagarnir eru nú farnir um bak, og vanliga lívið er farið í gongd aftur - fyri fyrst. Tí tað koma jú fleiri aðrir halgi- og merkidagar hesa komandi tíðina. Páskatíðin hevur sjálvandi fyrst og fremst eitt andaligt innihald, men harumframt gevur hon eisini eitt frírúm frá áhaldandi “hamstarahjólinum”, ið ger lívið til ein meldur av framleiðslu og forbrúki. Hetta “modernaða” lívið hevur givið okkum nógv, men hevur eisini tikið onnur virði frá okkum. Tí er hugaligt við fimm samanhangandi frídøgum, har vit /flest) øll kunnu hava frí - samstundis! Tí tað hevur týdning, at vit ikki bara hava sundurpettaða frítíð her og har, men eisini hava nakrar dagar og tíðarskeið í árinum, har frítíðin er felags.  Í einum kalendarastýrdum arbeiðsmarknaði verður frítíðin løgd eftir tørvi, ella tá ið tað passar til arb...