Posts

Showing posts with the label Ólavsøka

Gerið upp við rúsdrekka-tvingsilin

Image
Skíggjamynd tikin av mær við Rúsfríu Barrina. Sí film . Eftir frálíku Mentanardagarnar í Fuglafirði varð ein video gjørd, har eg m.a. varð avdúkaður í at keypa ein rúsfrían cocktail í Rúsfríu Barrini beint uttan fyri Mentanarhúsið. Seinastu árini hevur verið møguligt at keypa leskiligar drykkir á nógvum festivalum og stevnum, og eg skal heilsa og siga, at teir smakka sera væl.  Rúsfría Barrin er ein vognur hjá Liv Lívið, sum fer til ymisk tiltøk kring landið og bjóðar rúsfrí alternativ, soleiðis at tørvurin á at drekka alkohol verður minkaður. “Tað skal vera kul at vera rúsfríur, og eigur tað ikki at vera nakað, man skammast av” , skrivar Liv Lívið á síni heimasíðu . Á nógvum tiltøkum er rúsurin ofta valdandi, og hetta er vorðið so sjálvsagt, at spurnatekin ikki verður sett við tað, men sum Liv Lívið skrivar víðari: “Tað eigur ikki at vera neyðugt at koma við undanførslum fyri at fáa sær eitt rúsfrítt alternativ, sum at man skal koyra ella man skal tíðliga upp morgunin eftir”. ...

Ólavsøkan - ein rúsevnahøgtíð

Image
Drukkin maður. Mynd: PxHere. “Í dag haldi eg, at vit øll á hesum høga tingi kunnu vera samd um, at rúsevni eru rótin til alt ilt. Og tí mugu vit leggja meira fyri nú. Fyrr í summar boðaði løgreglan frá, at brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari. Hald verður lagt á størri nøgdir av rúsevnum, og tað kann vera ein ábending um vaksandi misnýtslu.” Soleiðis segði løgmaður Beinir Johannesen m.a. Í ólavsøkurøðuni í ár , og seinni segði hann: “Men tað týdningarmesta er at fyribyrgja og tálma rúsevnanýtslu sum heild. Og her hugsi eg ikki bara um misnýtslu, men eisini nýtslu. Í seinastuni hava vit sæð fleiri dømi um, at tað er vorðið vanligt at taka rúsevni á almennum, sjónligum støðum, eitt nú á festivalum.” Eitt eru nýggju rúsevnini, ið tykjast hava fingið fastatøkur á føroyingum. Men vit gloyma nógv hitt mest brúkta rúsevnið, ið framvegis er alkohol. Bæði á stevnum, festivalum og ikki minst á Ólavsøku fyllir alkohol sera nógv. Gaman í liggja fólk ikki í sama mun slødd á gonguteigum og gras...