Barcelona - eitt paradís fyri alkoholfrítt øl

Njóti alkoholfrítt øl í Barcelona. 

Barcelona er eitt paradís á nógvar ymiskar hættir, ikki minst fyri okkum fjarskotnu atlantsfólk. Her er framúr matur, framúr klæði, framúr arkitekturur, ja í grundini øgiliga nógv av tí, ið ikki er so framúr í Føroyum. Umframt alt hetta er Barcelona eit paradís fyri alkoholfrítt øl. Havi drukkið fleiri alkoholfríar ølir hvønn dag, og siti nú á flogvøllinum og njóti eina seinastu bjór, áðrenn leiðin gongur heim aftur á klettarnar. 

Ikki bara fær man framúrskarandi alkoholfrítt øl í Barcelona. Fleiri bryggjarí her um leiðir gera enntá bæði alkohol- og sukurfrítt øl. Her er enntá eitt, ið ger zero-zero-zero-øl: alkohol-, sukur- og glutenfrítt. Og mínsann um eg ikki enntá fekk eina zero-zero-øl, ið harumframt var probiotisk. So ber til at drekka øl við góðari samvitsku, enntá á miðdegi ein miðvikudag, um tað skal vera.

Í Føroyum hava vit ikki somu mentan við alkoholfríum øli, tó at bæði Oy og Føroya Bjór royna seg við alkoholfríum og lágalkoholiskum øli. Hetta er ein framburður í mun til at fyri fáum árum síðani vóru als eingi føroysk alkoholfrí øl. Allur bati bøtir, men langt er á mál. Alkoholfrítt øl verður framvegis sæð sum nakað man drekkur, tí man ikki vil ella kann drekka alkohol, t.d. um man vil koyra vil ella skal gera okkurt til nyttu. 

Í Barcelona og øðrum stórbýum er man langt síðani komin har til, at fólk drekka alkoholfrítt øl sum eitt produkt í sínum egna rætti. Uml. 14% av øllum øli, ið verður drukkið í Barcelona er alkoholfrítt, og tað er vorðið púra vanligt at skifta ímillum øl við ella uttan alkohol. Nógv hugsa um heilsuna, og velja tí alkoholfrítt fram um. Tað stuðlar væl upp undir rákið, at alkoholfrítt øl nú nærum smakkar líka væl sum vanligt øl. 

Nei, alkoholfrítt øl er IKKI ein vánalig eftirlíkning av vanligum øli, tó at tað hjá Føroya Bjór týðiliga er tað. Oy hevur alkoholfrítt øl, ið hevur sín egna samleika, tó at langt er eftir á mál til tað støðið, man kann finna í Barcelona. Tó so er Oy væl á veg, og takk fyri tað. 

Viðvíkjandi páhaldinum, at alkoholfrítt øl ikki kann vera líka gott sum alkoholhaldandi øl, so heldur tað ikki. Bestu alkoholfríu ølini í Spania eru framúr, og tað er tí at eftirspurningurin er har, soleiðis at bryggjaríini hava eina orsøk til at gera sær ómak við menningini og framleiðsluni.

Tað er fantastiskt at kunna drekka øl uttan at verða rúsaður og uttan at hava ringa samvitsku um skaðarnar, ið vanligt øl førir við sær. Alkoholfrítt øl er ikki bara gott, men tá ið bæði sukur og gluten harumframt verða skorin niður í einki, eins og kaloriunøgdin er lág, er talan um ein rímiliga skilagóðan drykk, ið man kann drekka hvønn dag.

***

p.s. Barcelona er sjálvandi ikki eitt paradís fyri øll, bera nógvu mótmælisgongurnar boð um. Á gøtunum eru nógvir biddarar og fólk liggja og sova á madrassum ymsastaðni í býnum. Á Plaça de Catalunya er í løtuni ein stór mótmælis-tjaldingarlega, har heimleys mótmælt bústaðatrotinum í Barcelona, ið m.a. stendst av, at bústaðir verða leigaðir út til rík ferðafólk heldur enn til fastbúgvandi barcelonabúgvar.
p.p.s. Heimafturkomin hugsi eg um, hvussu gongst við mótmælistjaldingini, nú glopraregn hevur verið í nakrar dagar. Støðan er ring nógvastaðni á eysturstrondini í Spania.

Comments

Popular posts from this blog

Spæl fyri gallarínum - ráðagerðin, ið elvdi til nýval

Sjálvsøknið hjá Eyðdis fekk Sambandsskriðuna at leypa

Økta talið á tilflytarum elvir til panikk í Føroyum