Posts

Showing posts with the label Frítíð

Barcelona - eitt paradís fyri alkoholfrítt øl

Image
Njóti alkoholfrítt øl í Barcelona.   Barcelona er eitt paradís á nógvar ymiskar hættir, ikki minst fyri okkum fjarskotnu atlantsfólk. Her er framúr matur, framúr klæði, framúr arkitekturur, ja í grundini øgiliga nógv av tí, ið ikki er so framúr í Føroyum. Umframt alt hetta er Barcelona eit paradís fyri alkoholfrítt øl. Havi drukkið fleiri alkoholfríar ølir hvønn dag, og siti nú á flogvøllinum og njóti eina seinastu bjór, áðrenn leiðin gongur heim aftur á klettarnar.  Ikki bara fær man framúrskarandi alkoholfrítt øl í Barcelona. Fleiri bryggjarí her um leiðir gera enntá bæði alkohol- og sukurfrítt øl. Her er enntá eitt, ið ger zero-zero-zero-øl: alkohol-, sukur- og glutenfrítt. Og mínsann um eg ikki enntá fekk eina zero-zero-øl, ið harumframt var probiotisk. So ber til at drekka øl við góðari samvitsku, enntá á miðdegi ein miðvikudag, um tað skal vera. Í Føroyum hava vit ikki somu mentan við alkoholfríum øli, tó at bæði Oy og Føroya Bjór royna seg við alkoholfríum og lágalkoho...

Á námsferð til Barcelona: býin, ið troyttast av ferðafólki

Í morgin gongur leiðin til Barcelona. Eg havi verið har nakrar ferðir áður, men hesaferð verður farið við einum miðnámsflokki, og tað var ikki torført at seta eitt sera áhugavert programm saman, tí Barcelona hevur so nógv at bjóða, at tú ikki kanst annað enn verað imponeraður, um tú vitjar býin fyrstu ferð. Stórir partar av Barcelona eru sum at ganga í einum listarverki við alskyns arkitektoniskum hæddarpunktum, og harumframt er býurin av sonnum ein kulinariskur høvuðsstaður.   Men har er ein slanga í paradísi, og tað eru vit sjálvi, ið ferðast til býin. Hóast matmentanin í Barcelona er tiltikin, eru bæði matstovur, handlar og marknaðir nú tilbúnir at tæna ferðafólkum, heldur enn fastbúgvandi. Tað merkir, at autenciteturin hvørvir og alsamt størri partur av býnum umskapast til “ferðafólkafellur” (tourist traps) eyðkend av høgum prísum, tinganestum, grab’n’go-búðum, ferðabólkum og øðrum, ið eyðkennir ferðavinnuna. Dømi um hetta er “Mercat de la Boqueria” beint við rambluna, ið ...

Gamlar kirkjur forða menningini av Fólkakirkjuni

Image
Í Glyvra prestagjaldi kunnu tey gleða seg til eina nýmótans kirkju við øllum hentleikum.  Er neyðugt at byggja fleiri kirkjur? Hava vit ikki nóg nógvar kirkjur sum er?  Slíkir spurningar eru ofta frammi at venda, tá ið ætlanir eru um at byggja nýggjar kirkjur. Vit hava í dag fleiri nýggjari kirkjur, og tær vildu vit neyvan verið fyri uttan. Um vit taka seinastu hálvu øldina eru hesar bygdar: Vesturkirkjan (1975), Fuglafjarðar kirkja (1984), Fríðrikskirkjan (1994), Gøtu kirkja (1995), Hoyvíkar kirkja (2007). Hesar eru allar stásiligar og virknar kirkjur, ið nøkta tørvin hjá nýmótans menniskjum.  Síðani eru nógvar kirkjur, ið eru 50-100 ára gamlar og 100-150 ára gamlar. Og so eru tað tær, ið eru eldri enn 150 ár, m.a. gomlu føroysku trækirkjurnar. Onkrar kirkjur eru umvældar, summar so mikið, at tær kunnu fungera sum nýmótans kirkjur, aðrar hava fingið kirkjuhús við síðunar av. Men nógvar kirkjur eru framvegis tær somu sum tær hava verið frá tí at tær vórðu bygdar. Tær vóru...

Páskadagarnir - eitt frírúm frá systeminum

Image
Kristindómurin hevur givið okkum nógvar halgidagar. Halgi-, merki- og sunnudagar eru arvasilvur, ið vit ikki mugu spæla okkum av hendi av verðsligum grammleika. Mynd; Wikimedia Commons Páskadagarnir eru nú farnir um bak, og vanliga lívið er farið í gongd aftur - fyri fyrst. Tí tað koma jú fleiri aðrir halgi- og merkidagar hesa komandi tíðina. Páskatíðin hevur sjálvandi fyrst og fremst eitt andaligt innihald, men harumframt gevur hon eisini eitt frírúm frá áhaldandi “hamstarahjólinum”, ið ger lívið til ein meldur av framleiðslu og forbrúki. Hetta “modernaða” lívið hevur givið okkum nógv, men hevur eisini tikið onnur virði frá okkum. Tí er hugaligt við fimm samanhangandi frídøgum, har vit /flest) øll kunnu hava frí - samstundis! Tí tað hevur týdning, at vit ikki bara hava sundurpettaða frítíð her og har, men eisini hava nakrar dagar og tíðarskeið í árinum, har frítíðin er felags.  Í einum kalendarastýrdum arbeiðsmarknaði verður frítíðin løgd eftir tørvi, ella tá ið tað passar til arb...