Sendistovan í Tel Aviv - milliónadýrur signalpolitikkur

Myndir: Wikimedia Commons
“Tað er eitt óheppið signal at senda, at tá vit fremja bygnaðarbroytingar, so bakkar Fólkaflokkurin út”. Soleiðis segði Bárður á Steig Nielsen við In.fo eftir at hann hevði fingið kontraboð frá løgmanni um, at sendistovan í Tel Aviv ikki skuldi avtakast hóast alt. Eftir mikið rumbul í baklandinum og trýst frá Miðflokkinum, valdi løgmaður at seta uttanríkisráðharran upp á pláss, og tað er ikki smávegis, tí Bárður á Steig Nielsen er bæði formaður Sambandsfloksins og fyrrverandi løgmaður.

Er talan so um eitt óheppið signal? Ja, tað ávirkar samgongustevið, sonevndu “kemiina” millum flokkar og lyklapersónar í samgonguni, og tað kann fáa avleiðingar, sum tíðin gongur. Harumframt undirminerar hetta spariætlanirnar og bygnaðarbroytingar, sum samgongan hevur sett á dagsskrá, og hetta kostar á trúvirðiskontuni. Men fyri Fólkaflokkin er hetta annars eitt heppið signal at senda sínum veljarum, tí flokkurin bæði vísir handlikraft mótvegis Sambandsflokkinum og markerar eina sterka pro-Ísrael støðu.


Fyri partar av Sambandsflokkinum er tað eisini heppið at taka frástøðu frá Fólkaflokkinum og Miðflokkinum, tó at partar av Sambandsflokkinum sjálvandi hava stóran ampa av, at sendistovan í Tel Aviv verður hótt. 


Undir øllum umstøðum er sendistovan í Tel Aviv mest av øllum ein signalpolitisk kastibløka við sterkur hugsjónarligum undirtónum. Hon var eitt hjartabarn hjá Miðflokkinum, tá ið Jenis av Rana, táverandi uttanríkisráðharri og floksformaður setti hana á stovn. Hví vit hava eina sendistovu í júst Tel Aviv fram um í so nógvum øðrum londum, er torført at grundgeva fyri, annað enn at tað er eitt ynski um at knýta sterkari bond millum Ísrael og Føroyar. Ella kanska er fremsta málið við hesi sendistovu júst at profilera Miðflokkin í samgongu sum í andstøðu?


Í fíggjarlógaruppskotinum 2027 stendur, at sendistovurnar fara at kosta 29,8 mió. Kr. Í viðmerkingunum (s. 101) stendur at: “Uttanríkistænastan og sendistovunetið verður tillagað og gevur hetta eina sparing á 7,5 mió. kr. Tillagingin fevnir um at leggja sendistovurnar í Moskva og Tel Aviv niður. Hildið verður fram at hava sendistovu í London, men frameftir verður tað sendifólkið til ES, sum eisini verður sendifólk til Bretlands.”  


Tað liggur ikki lítið av signalvirði í at greipa sendistovurnar í Moskva og Tel Aviv saman á hendan hátt, bæði í mun til veljarar í Føroyum og ikki minst í mun til onnur lond. Hetta sendir jú eisini eitt signal til onnur lond - og ikki minst ES - um, at Føroyar taka frástøðu frá Russlandi og Ísrael. Sum onkur viðmerkti á Facebook: “Áhugavert at leggja merki til, at í báðum londunum, har sendistovurnar skulu latast aftur, eru ovastu politisku leiðararnir eftirlýstir av altjóða mannarættinda-dómstólinum.”


Nú endar tað hóast alt við, at sendistovan í Tel Aviv ikki verður niðurløgd. Málið er tó ikki avgreitt enn, tí tað skal viðgerast sum partur av fíggjarlógini, ikki bert takast aftur sum eitt vanligt løgtingslógaruppskot. Tað er heldur ikki givið, hvussu Fíggjarnevndin fer at handla. Sostatt kann hetta málið fara at spøkja gjøgnum alt heystið, og tað var kanska júst endamálið? Hetta málið vekir kenslur og tekur tí fokus frá øllum teimum sparingum, ið annars eru í fíggjarlógaruppskotinum. 


At brúka signalpolitikk til at káva út yvir realpolitikk er klassiskt spinn. At hetta kostar fleiri milliónir, er so ein onnur søk. 


p.s. hesin bloggur varð skrivaður undanfarna sunnudag (4. okt.), men tá hevði eg longu útgivið ein annan blogg.


Comments

Popular posts from this blog

Spæl fyri gallarínum - ráðagerðin, ið elvdi til nýval

Sjálvsøknið hjá Eyðdis fekk Sambandsskriðuna at leypa

Økta talið á tilflytarum elvir til panikk í Føroyum