Fría matvalið - hvussu frítt er tað?

Mynd: PxHere












Jørgen Niclasen er skemtari av sonnum, og altíð er stuttligt at hoyra hann á Tingsins røðarapalli ella í videobrotum í miðlunum. Men skemt skal valdast. Í farnu viku østi hann seg um at samgongan ætlar at avtaka MVG á ávísum matvørum fyri at gera hesar matvørur bíligari at keypa. 


Hetta er sum vera man ein ætlan at stýra matnýtsluni hjá føroyingum við at gera sunnar matvørur bíligari enn ósunnar. Trupulleikin við hesum er sum vera man, at tað er ósemja um hvat er sunt og ósunt, eins og hetta smakkar av “smaksdómaríi”, ið sum vera man smakkar einum fólkafloksmanni sum Jørgen illa.


“Fólk skulu sjálvi avgera, hvat tey eta til døgurða!” Sigur Jørgen Niclasen í videobroti. Hetta ljóðar í fyrstu syftu so vakurt - frítt val á øllum hillum; einki yvirformyndari. Trupulleikin við fría valinum stendst tó, um fólk áhaldandi velja skeivt, tvs. áhaldandi velja ósunnan mat og mest sum ongantíð sunnan mat. Jørgen veit væl, at tað finnast familjur, ið nærum altíð velja skeivt: eta pizza, burgarar, kips, kakur, bomm, sodavatn o.s.fr., ið hevur álvarsamar avleiðingar ikki bert fyri tey vaksnu, men eisini fyri børnini. Kæri Jørgen, foreldrini hava eitt val, men tað hava børnini ikki. Tey eru tvingað at eta ruskmatin (junk food), ið foreldrini koyra niður í tey, og tey hava uppiborið at fáa góðan mat, eins og børn hjá foreldrum við mattilvitaðum foreldrum.


Vit vita at tað gongur av hundunum til við matmentanini í Føroyum. Ansa vit ikki eftir, fara vit um nøkur ár at enda sum amerikanarar ella meksikanarar, ið hava alt ov høga vekt og harvið fáa alskyns ótespiligar sjúkur. Fyri kortum var ein “dilla”, har fólk kappaðust um at boykotta amerikanskar vørur, men av røttum áttu vit heldur at boykottað amerikonsku matmentanina alla sum hon er. Hóast amerikanskar matvørur mangan eru vánaligar, eru nógvar europeiskar matvørur kopi úr amerikanskari matmentan, so tað er sostatt mentanin sjálv, ið er trupulleikin.


Í síni video samanber Jørgen Niclasen grønmeti og ræstan fisk. Jørgen rør upp undir, at samgongan er í ferð við at stuðla útlendskari matmentan og leggja byrðar á føroyska matmentan. Hetta er kanska ikki heilt skeivt, og tí átti ein føroyskum matpolitikkur júst at stuðlað føroyskum mati. Vit hava jú eisini atlit at taka sum burðardygd og stuttflutt, men harumframt eiga vit at ásanna, at júst føroyskur matur er mentanarberandi fyri føroysku “tjóðina”. At grønmeti og frukt harumframt eigur at gerast bíligari, eri eg tó samdur í. 


Borgarligheit snýr seg ikki bert um at velja frítt, men eisini um at taka ábyrgd. Og tað er góð borgarligheit at taka ábyrgd fyri egnari heilsu, herundir egnum matvanum. Hví ikki stuðla fólki at velja rætt, heldur enn at fara upp á bakbeinini, nú ynski eru um at føra eitt sindur av matpolitikki? Haldi tað hevði sømt Fólkaflokkinum at kravt av føroyskum húsarhaldum, at tey taka ábyrgd fyri egnari heilsu og egnum matvanum. Alt er ikki líka gott, og tað eiga vit at tora at siga.

 .

Sámal Matras Kristiansen

Comments

Popular posts from this blog

Løgtingsmaðurin, ið ikki tímdi meiri

Tjóðveldi í samleikakreppu av Russlandspolitikkinum