MVG-frítøka av stuttfluttum føroyskum mati
Skerpikjøt er serføroyskur matur. Mynd: Wikimedia Commons Orðið “stuttflutt” hevur líka síðani tað gjørdist ársins orð í 2022 verið misbrúkt av ymiskum fyritøkum til at selja sínar vørur. Kendasta dømið eru stuttflutta sodavatnið frá Føroya Bjór, ið annars er framleitt við Caribiskum sukri. Flestu føroysku matvørur eru innfluttar, og hetta er eitt sindur bakvent, tá ið hugsað verður um, at Føroyar eru ein matvøruframleiðari burtur av. Trupulleikin er, at føroyingar heldur vilja útflyta sínar egnu vørur, fyri síðani at innflyta útlendskar handilsvørur fyri pengarnar. Skalt tú dúva upp á útlendskar handilsvørur, verður pengarnir skjótt uppi. Hevur tú hinvegin møguleika at supplera við hjalsmati - turrum/røstum mati ella frystum mati - so hevur tú eitt framúr ískoyti til húsarhaldið. Fiskur, grind, fuglur, seyður, egg - ja enntá epli og røtur - eru alt matvørur, tú kanst fáa úr nærumhvørvinum. Trupulleikin er, at ikki øll hava atgongd til hetta, men noyðast at keypa hetta sum h...