MVG-frítøka av stuttfluttum føroyskum mati

Skerpikjøt er serføroyskur matur. Mynd: Wikimedia Commons
Orðið “stuttflutt” hevur líka síðani tað gjørdist ársins orð í 2022  verið misbrúkt av ymiskum fyritøkum til at selja sínar vørur. Kendasta dømið eru stuttflutta sodavatnið frá Føroya Bjór, ið annars er framleitt við Caribiskum sukri. 

Flestu føroysku matvørur eru innfluttar, og hetta er eitt sindur bakvent, tá ið hugsað verður um, at Føroyar eru ein matvøruframleiðari burtur av. Trupulleikin er, at føroyingar heldur vilja útflyta sínar egnu vørur, fyri síðani at innflyta útlendskar handilsvørur fyri pengarnar.


Skalt tú dúva upp á útlendskar handilsvørur, verður pengarnir skjótt uppi. Hevur tú hinvegin møguleika at supplera við hjalsmati - turrum/røstum mati ella frystum mati - so hevur tú eitt framúr ískoyti til húsarhaldið. Fiskur, grind, fuglur, seyður, egg - ja enntá epli og røtur - eru alt matvørur, tú kanst fáa úr nærumhvørvinum. Trupulleikin er, at ikki øll hava atgongd til hetta, men noyðast at keypa hetta sum handilsmat - íroknað vinning, MVG o.s.fr. Tá er lítið spart, og lættari er at keypa eina pizza, ein pylsupakka ella ein pastarætt.


Alt gott um føroyskan handilsmat. Vit hava nøkur virki, ið hava spesialiserað seg í at framleiða knetti, frikadellur, ræstan fisk, paneraðan fisk, fiskasalatir og annað gott til føroyingar. Hetta er nakað av tí frægasta á føroyska matmarkaðinum í dag. Eisini hava bóndur góð tilboð upp á kjøt, ið kann bíleggjast beinleiðis frá garðinum.  


Heystið er ein avbera hugnalig tíð. Fjøll verða gingin, fletting fer fram í kjallarum og garasjum, hjallirnir fyllast við vælangandi kjøti. Hetta er ein tíð, tá tað veruliga gevur meining at vera føroyingur. Samleikin verður substantiellur, ikki bara symbolskur.


Stóri sorgarleikurin er tó, at hetta ofta bert er galdandi fyri kjøtið sjálvt. Restin loysir seg ov illa - frá seyðarhøvdi og sveita til hjørtu, livur og speril. Fyrr í ár bjóðaði Fjósið millum Fjarða avroðini frá slaktinum í heyst ókeypis við avheintan. Tað tók bert hálvanannan dag at sleppa av við allan hendan frálíka matin, og vónandi hava nógvar fíggjarliga sperdar familjur í nærøkinum gjørt sær dælt av hesum tilboði. Tú kanst metta tína familju í fleiri vikur á hendan hátt, nakað ið hevði kostað túsundtals krónur, um handilsmatur skuldi verið keyptur í staðin.


Eg haldi tó ikki, at tað er rætt, at hesin matur skal vera heilt ókeypis. Har er jú eitt ávíst arbeiði av hesum, og inntøkan átti í minsta lagi at svarað til lønina fyri hetta eyka arbeiðið. Rætt er, at avroð ofta hava ov lágan prís til at selja eftir marknaðartreytum, men tað er hinvegin blóðskeivt, at nógv av hesum fer til spillis. 


Vinnulig matvøruframleiðsla verður regulerað í høvd og reyv, og hetta er ein stór byrða fyri framleiðararnar. Hinumegin hava vit privata matvøruframleiðslu, ið verður lítið regulerað. Vit síggja, at hetta fungerar, tí flestu føroyingar eru hampafólk og hava álit á hvørjum øðrum - vit hava eina felags matmentan við felags normum, virðum og smakki. Nakað av upplýsing um reinføri er sjálvandi upp á sítt pláss, “tí botulisma er ikki at spæla við”, sum lýsarin sigur. Tað er gott at partur av matframleiðsluni fer fram óformliga og verður reguleraður av “áliti millum manna” heldur enn av dýrkandi heilsumyndugleikum og meirivirðisgjaldi.  


Men eisini fyri formliga framleiðslu kundi MVG-frítøka komið upp á tal. Vit tosa í hesum døgum um at frítaka ávísar matvørubólkar fyri MVG (epli og grønmeti), men í grundini áttu vit heldur at hugt eftir, um føroyska matvøruframleiðslan til innlendis sølu átti at verið frítikin fyri MVG - herundir epli, røtur og annar gróður. Málið má vera, at nærum einki av føroyskari matvøruframleiðslu fer til spillis - so "Tað sum eftir er" verður sum minst. Hetta er frálíkur matur, ið harumframt er stuttfluttur. Vit stuðla undir føroyska framleiðslu, og minka samstundis um útlátið av at innflyta vørur úr fjarskotnum londum. Ikki skal gloymast, at hetta harumframt er ein stuðul til føroyskan matmentanararv.


Comments

Popular posts from this blog

Løgtingsmaðurin, ið ikki tímdi meiri

Tjóðveldi í samleikakreppu av Russlandspolitikkinum

Poul Michelsen yvirtrumfar fólksins vilja