Posts

Showing posts with the label Landbúnaður

Kunnu nossa-nuggets gera hvítanýru til fólkaogn?

Image
KFC go home! Mynd: Lena Mohr Blóð-brownies, nossa-nuggets, høvda-croquette, nýru í madeira. Hetta eru nakrar av uppskriftunum í nýggju bókini: “Tað sum eftir er” , ið Kvinna hevur givið út í samstarvi við IRF. Á bókaframløgu í Reinsarínum 13. oktober fekk eg høvi at royna nakrar av hesum delikatessum, og væl smakkaði.  Í eldri tíðum var sjálvsagt, at føroyingurin át allan seyðin, bæði kjøt, blóð, høvd og innvøl, men okkurt er broytt seinastu áratíggjuni. Nógvir føroyingar hava mist smakkin fyri avroðum og eta heldur ymiskan handilsmat. Tí er hendan bókin ikki bert ein uppskriftabók, men ein “nýtulking av avroðum”, ið vísir hvussu hendan frálíka rávøra kann brúkast í modernaðari matgerð - við alskyns kryddaríum, sósum v.m. Sjálvur haldi eg, at avroð “upp á gamla mátan” smakka betri í sær sjálvum, men um hetta kann fáa yngra ættarlið til at brúka rávøruna, er tað kærkomið.  Stjórin í IRF, Sigurd Lamhauge, helt fyri, at umframt praktisku avbjóðingina av at brenna øll avroðini, ið...

MVG-frítøka av stuttfluttum føroyskum mati

Image
Skerpikjøt er serføroyskur matur. Mynd: Wikimedia Commons Orðið “stuttflutt” hevur líka síðani tað gjørdist ársins orð í 2022  verið misbrúkt av ymiskum fyritøkum til at selja sínar vørur. Kendasta dømið eru stuttflutta sodavatnið frá Føroya Bjór, ið annars er framleitt við Caribiskum sukri.  Flestu føroysku matvørur eru innfluttar, og hetta er eitt sindur bakvent, tá ið hugsað verður um, at Føroyar eru ein matvøruframleiðari burtur av. Trupulleikin er, at føroyingar heldur vilja útflyta sínar egnu vørur, fyri síðani at innflyta útlendskar handilsvørur fyri pengarnar. Skalt tú dúva upp á útlendskar handilsvørur, verður pengarnir skjótt uppi. Hevur tú hinvegin møguleika at supplera við hjalsmati - turrum/røstum mati ella frystum mati - so hevur tú eitt framúr ískoyti til húsarhaldið. Fiskur, grind, fuglur, seyður, egg - ja enntá epli og røtur - eru alt matvørur, tú kanst fáa úr nærumhvørvinum. Trupulleikin er, at ikki øll hava atgongd til hetta, men noyðast at keypa hetta sum h...