Kunnu nossa-nuggets gera hvítanýru til fólkaogn?
Blóð-brownies, nossa-nuggets, høvda-croquette, nýru í madeira. Hetta eru nakrar av uppskriftunum í nýggju bókini: “Tað sum eftir er”, ið Kvinna hevur givið út í samstarvi við IRF. Á bókaframløgu í Reinsarínum 13. oktober fekk eg høvi at royna nakrar av hesum delikatessum, og væl smakkaði. KFC go home! Mynd: Lena Mohr
Í eldri tíðum var sjálvsagt, at føroyingurin át allan seyðin, bæði kjøt, blóð, høvd og innvøl, men okkurt er broytt seinastu áratíggjuni. Nógvir føroyingar hava mist smakkin fyri avroðum og eta heldur ymiskan handilsmat. Tí er hendan bókin ikki bert ein uppskriftabók, men ein “nýtulking av avroðum”, ið vísir hvussu hendan frálíka rávøra kann brúkast í modernaðari matgerð - við alskyns kryddaríum, sósum v.m.
Sjálvur haldi eg, at avroð “upp á gamla mátan” smakka betri í sær sjálvum, men um hetta kann fáa yngra ættarlið til at brúka rávøruna, er tað kærkomið.
Stjórin í IRF, Sigurd Lamhauge, helt fyri, at umframt praktisku avbjóðingina av at brenna øll avroðini, ið enda sum rusk, er størri samfelagsligi trupulleikin, at so nógvur góður matur fer burtur. Hetta er í veruleikanum ein “no brainer”, tí samstundis sum nógvar føroyskar familjur vanta mat, gevur tað onga meining, at so nógvur matur fer fyri skeyti.
Avroðini kunnu ikki framyvir brennast sum um tey eru rusk. Tað er snøgt sagt ómoralst at brenna mat av hægstu góðsku, og hetta átti snøgt sagt als ikki at verið loyvt - uttan so at tað av onkrari orsøk er vorðið spilt. Fyri fáum døgum síðani - hin 16. oktober - var “World Food Day” - altjóða matardagur, har dentur verður lagdur á burðardygga matframleiðslu, heilsugóðan mat og einum rættvísum føðslukervi. Vit eiga at taka hendan boðskap til okkara.
IRF hevur tí gjørt eina heimasíðu, ið nevnist avrod.fo, har til ber at fáa samband við bóndur, ið ynskja at lata avroð. Fyri at fáa avroð er neyðugt at bíleggja tað fyrst, soleiðis at bóndin veit hvussu nógv hann skal hagreiða. Hetta er ein kærkomin tænasta, ið knýtir saman bóndur við fólk, ið ikki hava samband við bøndur. Í flestu bygdum er vanligt, at fólk kenna ymiskar bøndur í nærumhvørvinum, men stóra mongdin av føroyingum er í dag býarmenniskju, ið eru fremmandgjørd frá bæði landbúnaði og fiskivinnu og tískil hava trupult við at fáa mat til vega annað enn gjøgnum handlar og nethandlar.
Tí er eisini neyðugt at fáa fleiri avroð inn í handlar. Tað varð jú nevnt á bókaframløguni, at nógv avroð tolir at verða fryst og sostatt kann seljast sum fryst vøra í handlinum. Hetta kundi verið ein háttur at fingið nógv meiri avroð inn í frystidiskarnar, uttan at tað skulu takast so nógv atlit til haldføri, sum tá vøran bert er niðurkøld. Hetta hevði eisini gjørt tað møguligt at selt avroð gjøgnum nethandlar, eins og vit kenna tað frá fiskaframleiðarum sum Norðfra og Sjógæti.
Eitt er, at nógvir føroyingar eru fremmandgjørdir frá avroðum, men harumframt liggur ein stórur partur av trupulleikanum í paringini av framleiðara og brúkara - av útboði og eftirspurningi. Her kemur Netið inn sum ein kærkomin hjálp, ið kann gera tað lættari hjá avroðunum at finna veg til føroysku frystiboksirnar - uttan dýrkandi millumliðir.
Vit kunnu í hvussu er ikki liva við, at avroð í so stórum mongdum verða brend, serliga ikki tá ið so nógvar familjur ikki hava ráð til heitan mat. Tað er ein samfelagsábyrgd - og í síðsta enda eisini ein løgtingsábyrgd - at tryggja, at nærum øll avroð framyvir koma til høldar.
- Les eisini bloggin MVG-frítøka av stuttfluttum føroyskum mati
Comments
Post a Comment