Er samband besta trygd fyri sjálvstýri?

Nýggjasta “kortið” hjá Trump vísir Ísland sum part av USA. Men hvussu við Føroyum?

Íslendingar atkvøddu seint í august ímóti at fara undir nýggjar samráðingar við ES, og hóast talan “bert” var um eina fólkaatkvøðu, vil íslendska stjórnin fylgja henni. Ísland heldur eisini fram bæði í EBS og Schengen. Men at vera uttan fyri ES ger eisini Ísland meiri sárbært mótvegis øðrum stórveldum. Vit liva í ófriðarligum tíðum, bæði vegna russar eystanfyri og amerikanarar vestanfyri og onnur stórveldi, ið lúra handan leiktjøldini. Vit síggja enntá, at Grønland møguliga er á veg at verða uppslúkt av USA, ið gjarna vil hava ræði á øllum Norðuramerika - heilt frá Panamà til Peary Land. Ísland er heilt greitt eisini í áhugasferuni hjá USA, og nú Ísland hevur narrað Bruxelles, stendur Washington klárur við blómutyssinum. Eisini Keypmannahavn skrúvar upp fyri sjarmuna við íløgum í flogvøll og telekaðal til Grønlands. Hesin seinni verður eisini lagdur inn til Føroya á vegnum. Ursula van der Leyen kom fyrri í vikuni við millardagávu frá ES til Grønland. 

At danska ríkið - sonevndi “Ríkisfelagsskapurin” - skinklar í kongunum, er eyðsýnt. Tí eru sambandssinnað fólk í villareiði um hvat nú skal henda. Fer Grønland undir USA, enda Føroyar so undir USA ella Stórabretlandi, ella er møguleiki fyri at varðveita sambandið við Danmark? Alt hetta er ivasamt, og tí eru alsamt sterkari røddir frammi um at fara upp í ES.


ES-limaskapur gevur nógvar fyrimunir fyri útflutningsvinnuna, men sanniliga eisini nógvar vansar - m.a. á fiskivinnu- og landbúnaðar-økinum. Men eisini merkja tey fýra frælsini, at Føroyar rættiliga skjótt kunnu verða yvirrendar av fólkum og fyritøkum úr øðrum londum. Ikki bert okkara búskapur, men øll okkara mentan vil vera í stórum vanda sum partur av ES. Vit mugu eisini minnast til, at vit ikki so frægt sum kunnu vænta okkum politiska umboðan í hesum samveldi, ið annars fær so stóra politiska ávirkan á okkum. Hendan assymmetri er í andsøgn við ta sjálvstýris- og tjóðskaparkós, ið annars hevur merkt Føroyar seinastu góðu øldina.


At leggja seg undir ES er ultimativur sambandspolitikkur, og merkisvert er, at ein javnaðarmaður og fyrrverandi tjóðveldismaður er millum heitastu fortalarar fyri hesi loysn. Fyrr í hesi øldini var Sjúrður Skaale annars heitasti fortalari fyri fullveldi. Merkisvert er, at ultimativi loysingarmaðurin endaði sum ultimativi sambandsmaðurin, men hugsjónarlig kúvending er nú einki eindømi.


Sjálvum dámar mær einki víðgongdar hugsjónir - hvørki ultimativa loysing, ultimativt samband, ultimativa sosialismu ella ultimativa liberalismu. Eri miðhugsandi av lyndi, og tað ger, at eg ikki síggi so svart/hvítt upp á núverandi heimastýrisstøðu, ið tó átti at verið víðkað nakað til eina skilagóða sjálvsstýrisstøðu. At Føroyar ríkisrættarliga hvørki eru fuglur ella fiskur, hvørki innanfyri ella uttanfyri, kann vendast til ein fyrimun. Ein serligur fyrimunur er, at vit tá bæði eru innanfyri og uttanfyri ES. Okkara serliga samband við Danmark ger hetta møguligt, tí vit kunnu til einahvørja tíð velja at vera ES-borgarar, tá hetta hóvar, og føroyingar, tá hetta hóvar. Vit hava ES-pass uttan at vera limir í ES. Vit hava snøgt sagt ein dupultan samleika, og tað økir persónliga frælsið.  


Leggja vit okkum skerfløt undir ES, mugu vit tó góðtaka teirra treytir fult og heilt. Gerast Føroyar eitt fullveldi, vil umheimurin vera alt ov ótryggur til ikki at fara upp í ES, tí bæði Bretland, USA og Russland liggja upp á lúr eftir hesum nýútslopna smáfugli, ið Føroyar tá vilja vera. Tá er ES helst frægasta av fleiri illum, hóast alt. Men sum limir í ES fáa vit eitt sera skert flog, tó at atgongdin til matskálina verður betri. Vilja vit tað? Vit mugu í hvussu er kjakast væl og virðiliga um fyrimunir og vansar við ES-limaskapi.


Er tað hugsandi, at okkara besti møguleiki sum pinkuland er at halda fram sum sjálvstýrandi land í Ríkisfelagsskapinum (við ella uttan Grønland), har vit varðveita okkara víðfevnda sjálvstýri vart av Danmark og Norðurlondum, men samstundis eru undir áhugasferuni hjá ES, ið vil forða fyri inntrivum frá svongum stórveldum?


Hugsi at í hesum tíðum eru samband og sjálvstýri neyvan mótsetningar longur. Við fullveldi mugu vit leggja okkum undir okkurt stórveldi ella samveldi, men sum partur av Danmark og Norðurlondum ber til at fáa sera víðfevnt sjálvstýri. Heimurin er ikki so svart/hvítur, sum fullveldisfjepparar vilja gera hann til, serliga nú stundar til 14. september. 


Comments

Popular posts from this blog

Spæl fyri gallarínum - ráðagerðin, ið elvdi til nýval

Sjálvsøknið hjá Eyðdis fekk Sambandsskriðuna at leypa

ALS er partur av samlaða skattatrýstinum