Posts

Showing posts with the label Ríkisfelagsskapur

Frælsisfuglurin (mikubloggur)

Image
So leingi tú í búri tínum kúrdi og droymdi tínar dreymar vítt um heim. Á pinni tínum kropin, syrgin stúrdi dagdroymandi um gleði og um gleim. Men knappliga tú merkti okkurt henda: títt búr varð skakað - opin stóð nú grind. So skjótt, óvæntað tíðir kunnu venda. Tú merkti undir veingjum frælsisvind. Tú fleyg úr tínum búri - frælsur, fríur. Tú slitið hevði tykistrælabond. Flótt fjaðrar tínar kíndi vindur blíður - bar dreymar um at vitja heimsins lond. Í búrinum hvønn dag tú fekk títt fóður, og vatn hvønn dag rann frískliga í bað. Av vælveruni gjørdist tú tó móður. Tú heldur vildi kvøða frælsislag. Hvør var tað so, tær veitti frælsisløtu? Hvør var tað so, tær vilja gav og vón? Vónandi tú neyt ta kenslu søtu, nú brátt tú tikin vart av kattaklóm. Á Kypros, januar 2026 (Hendan yrking er skrivað sum ein allegorisk viðmerking til støðuna í Rikisfelagsskapinum í løtuni.) Sí eisini: Arktis verður nýtt vakstarøki Vitlíkismynd: Copilot

Arktis verður nýtt vakstrarøki (mikubloggur)

Image
Arktiska havið uttan ís. Mynd: Wikimedia Commons Tá ið Arktiska havið (væntandi) verður ísfrítt, verður tað eitt nýtt "Miðjarðarhav", ið knýtur saman týðandi heimspartar. Tað merkir, at bæði Suez-kanalin og Panamá-kanalin missa týdning - umframt nógvar sjórænaraherjaðar havleiðir. Samanbindingin av Asia og eystursíðuni av Norðuramerika verður gjøgnum kanadisku oyggjarnar og suður gjøgnum Baffinvíkina. Man má rokna við, at í framtíðini fara milliónir av fólkum helst at búgva á Baffinoynni og í Grønlandi - og tað verða ikki inuittar, um nakar ivast. Samanbindingin av Asia og Europa verður í fyrstu syftu helst framvið sibirisku strondini, men um ísurin eisini bráðnar á sjálvum norðpólinum, slepst undan at sigla gjøgnum russiskt sjóøki. Í staðin fer at bera til at sigla beinleiðis frá Beringstrætinum til Framstrætið. Tað gongur tá ein nærum bein linja frá Beringstrætinum til Rotterdam. Tí er umráðandi at hava valdið á Grønlandi, soleiðis at hvørki kinesarar ellar russarar fáa gjø...