Arktis verður nýtt vakstrarøki (mikubloggur)
![]() |
| Arktiska havið uttan ís. Mynd: Wikimedia Commons |
Tá ið Arktiska havið (væntandi) verður ísfrítt, verður tað eitt nýtt "Miðjarðarhav", ið knýtur saman týðandi heimspartar. Tað merkir, at bæði Suez-kanalin og Panamá-kanalin missa týdning - umframt nógvar sjórænaraherjaðar havleiðir.
Samanbindingin av Asia og eystursíðuni av Norðuramerika verður gjøgnum kanadisku oyggjarnar og suður gjøgnum Baffinvíkina. Man má rokna við, at í framtíðini fara milliónir av fólkum helst at búgva á Baffinoynni og í Grønlandi - og tað verða ikki inuittar, um nakar ivast.
Samanbindingin av Asia og Europa verður í fyrstu syftu helst framvið sibirisku strondini, men um ísurin eisini bráðnar á sjálvum norðpólinum, slepst undan at sigla gjøgnum russiskt sjóøki. Í staðin fer at bera til at sigla beinleiðis frá Beringstrætinum til Framstrætið. Tað gongur tá ein nærum bein linja frá Beringstrætinum til Rotterdam.
Tí er umráðandi at hava valdið á Grønlandi, soleiðis at hvørki kinesarar ellar russarar fáa gjørt avtalur við óálítandi grønlendska sjálvstýrið um at brúka økið. Grønlendingar hava áður sýnt áhuga í samstarvi við Kina, og tað kann undir ongum umstøðum góðtakast. Í veruleikanum er tað umráðandi, at Europa varðveitir valdið á Grønlandi, tí tað er ikki víst at USA verður vinur hjá Europa í framtíðini. Og um Europa missir sítt arktiska vald, stendur geopolitiski deyðin í durðunum, so at siga.
Bæði Russland og Europa eru tó niðurbundin av Ukraina-krígnum, og USA hevur tí frítt spæl at taka Grønland við øllum teimum risastóru fyrimunum, tað gevur. Europa er undir álopi - bæði úr eystri og úr vestri, og tað sær krunkasvart út fyri hendan áður so framkomna heimspartin. At Europa so eisini verður álopið sunnaneftir av tilflytarum, ger ikki støðuna betri. Hvør segði "The fall of Rome"?
Tað er heilt avgerandi, at Europa ikki missir Grønland, og ein hin fremsti hjálparin í hesum vil vera Kanada, ið eisini ber ótta fyri, at USA ger inntriv í teirra øki. Europeisku og Kanadisku geopolitisku áhugamálini eru alsamt meiri samanfallandi, samstundis sum USA tykist gerast alsamt meiri fíggindaligt.
Stríðið um Arktis er heilt avgerandi fyri framtíðina hjá Europa. Eftir at Rómverjaríkið fall, flutti valdið úr Miðjarðarhavinum til norðureuropeisku randarhavini, og í framtíðini kann hugsast at tað flytur enn longur norður. Tað leggur sum vera man eisini trýst á smásamfeløg í økinum, serliga tað grønlendska, men eisini Føroyar. Føroyar kunnu gerast eitt "norðuratlantiskt Singapore", men er tað tað, vit ynskja? Ein tílík ovurglobalisering av Føroyum vildi havt ógvusligar umhvørvisligar, mentanarligar og sosialar avleiðingar.

Comments
Post a Comment