Frælsisfuglurin (mikubloggur)

So leingi tú í búri tínum kúrdi og droymdi tínar dreymar vítt um heim. Á pinni tínum kropin, syrgin stúrdi dagdroymandi um gleði og um gleim.

Men knappliga tú merkti okkurt henda: títt búr varð skakað - opin stóð nú grind. So skjótt, óvæntað tíðir kunnu venda. Tú merkti undir veingjum frælsisvind.

Tú fleyg úr tínum búri - frælsur, fríur. Tú slitið hevði tykistrælabond. Flótt fjaðrar tínar kíndi vindur blíður - bar dreymar um at vitja heimsins lond. Í búrinum hvønn dag tú fekk títt fóður, og vatn hvønn dag rann frískliga í bað. Av vælveruni gjørdist tú tó móður. Tú heldur vildi kvøða frælsislag.

Hvør var tað so, tær veitti frælsisløtu? Hvør var tað so, tær vilja gav og vón? Vónandi tú neyt ta kenslu søtu, nú brátt tú tikin vart av kattaklóm.

Á Kypros, januar 2026

(Hendan yrking er skrivað sum ein allegorisk viðmerking til støðuna í Rikisfelagsskapinum í løtuni.)

Vitlíkismynd: Copilot


Comments

Popular posts from this blog

Løgtingsmaðurin, ið ikki tímdi meiri

Tjóðveldi í samleikakreppu av Russlandspolitikkinum

Sjálvsøknið hjá Eyðdis fekk Sambandsskriðuna at leypa