Posts

Showing posts with the label Marknaður

Á námsferð til Barcelona: býin, ið troyttast av ferðafólki

Í morgin gongur leiðin til Barcelona. Eg havi verið har nakrar ferðir áður, men hesaferð verður farið við einum miðnámsflokki, og tað var ikki torført at seta eitt sera áhugavert programm saman, tí Barcelona hevur so nógv at bjóða, at tú ikki kanst annað enn verað imponeraður, um tú vitjar býin fyrstu ferð. Stórir partar av Barcelona eru sum at ganga í einum listarverki við alskyns arkitektoniskum hæddarpunktum, og harumframt er býurin av sonnum ein kulinariskur høvuðsstaður.   Men har er ein slanga í paradísi, og tað eru vit sjálvi, ið ferðast til býin. Hóast matmentanin í Barcelona er tiltikin, eru bæði matstovur, handlar og marknaðir nú tilbúnir at tæna ferðafólkum, heldur enn fastbúgvandi. Tað merkir, at autenciteturin hvørvir og alsamt størri partur av býnum umskapast til “ferðafólkafellur” (tourist traps) eyðkend av høgum prísum, tinganestum, grab’n’go-búðum, ferðabólkum og øðrum, ið eyðkennir ferðavinnuna. Dømi um hetta er “Mercat de la Boqueria” beint við rambluna, ið ...

Er samband besta trygd fyri sjálvstýri?

Image
Nýggjasta “kortið” hjá Trump vísir Ísland sum part av USA. Men hvussu við Føroyum? Íslendingar atkvøddu seint í august ímóti at fara undir nýggjar samráðingar við ES, og hóast talan “bert” var um eina fólkaatkvøðu, vil íslendska stjórnin fylgja henni . Ísland heldur eisini fram bæði í EBS og Schengen . Men at vera uttan fyri ES ger eisini Ísland meiri sárbært mótvegis øðrum stórveldum. Vit liva í ófriðarligum tíðum, bæði vegna russar eystanfyri og amerikanarar vestanfyri og onnur stórveldi, ið lúra handan leiktjøldini. Vit síggja enntá, at Grønland møguliga er á veg at verða uppslúkt av USA, ið gjarna vil hava ræði á øllum Norðuramerika - heilt frá Panamà til Peary Land. Ísland er heilt greitt eisini í áhugasferuni hjá USA, og nú Ísland hevur narrað Bruxelles, stendur Washington klárur við blómutyssinum . Eisini Keypmannahavn skrúvar upp fyri sjarmuna við íløgum í flogvøll og telekaðal til Grønlands. Hesin seinni verður eisini lagdur inn til Føroya á vegnum. Ursula van der Leyen kom fy...

Økonomistiska menniskjafatanin fyllir ov nógv í Føroyum

Image
Bjørg B. Egholm harmast á Løgtingsins røðarapalli um, at menniskju verða umtalað sum "arbeiðskraft". Las røðuna, har Bjørg Brynhildardóttir Egholm viðgjørdi Ólavsøkurøðu løgmans . Hon segði m.a., at “tey ungu eru ikki bara arbeiðskraft, sum skal loysa haldføristrupulleikan. Tey eru menniskju við øllum tí, sum hartil hoyrir. Sami smali og materialistiski málburður er um tilflytarar: Vit umrøða tey, sum koma higar, sum rein arbeiðskraft og gloyma, at tey eru menniskju við somu tørvum uttan fyri arbeiðstíð sum vit øll onnur.” Hetta minnir meg um eina grein, eg skrivaði fyrr í ár undir h eitinum Tilflytarar eru heil menniskju, ikki bara “arbeiðsmegi” . Men hóast nógva kjakið er lítið broytt. Nýggja samgongan er um nakað meiri økonomistisk ( búskapistisk ) enn hin undanfarna. Men hvat er økonomisma í grundini? “Økonomisma” er ein hugsjón ella ein heimsfatan, har alt viðvíkjandi samfelagi, mentan og mannalívi verður mátað og mett út frá einum búskaparligum mátistokki, ið ofta er...

Páskadagarnir - eitt frírúm frá systeminum

Image
Kristindómurin hevur givið okkum nógvar halgidagar. Halgi-, merki- og sunnudagar eru arvasilvur, ið vit ikki mugu spæla okkum av hendi av verðsligum grammleika. Mynd; Wikimedia Commons Páskadagarnir eru nú farnir um bak, og vanliga lívið er farið í gongd aftur - fyri fyrst. Tí tað koma jú fleiri aðrir halgi- og merkidagar hesa komandi tíðina. Páskatíðin hevur sjálvandi fyrst og fremst eitt andaligt innihald, men harumframt gevur hon eisini eitt frírúm frá áhaldandi “hamstarahjólinum”, ið ger lívið til ein meldur av framleiðslu og forbrúki. Hetta “modernaða” lívið hevur givið okkum nógv, men hevur eisini tikið onnur virði frá okkum. Tí er hugaligt við fimm samanhangandi frídøgum, har vit /flest) øll kunnu hava frí - samstundis! Tí tað hevur týdning, at vit ikki bara hava sundurpettaða frítíð her og har, men eisini hava nakrar dagar og tíðarskeið í árinum, har frítíðin er felags.  Í einum kalendarastýrdum arbeiðsmarknaði verður frítíðin løgd eftir tørvi, ella tá ið tað passar til arb...