Samgongan vil stuðla øllum - uttan teimum veikastu
| Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, er ónøgdur við mvg-frítøkuna av olju og bensini. Mynd: Løgtingið. |
Løgtingið viðger í løtuni eitt uppskot frá samgonguni um at taka MVG av olju og bensini í tríggjar mánaðir, fram til 31. juli. Tað er sjálvur Aksel V. Johannesen, fíggjarmálaráðharri og javnaðarformaður, ið hevur lagt málið fyri Løgtingið.
Andstøðan finst sum vera man at uppskotinum, men heldur ikki øll í samgonguni eru nøgd. Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum sigur eitt slíkt uppskot vera viðkomandi vegna príshækkingar á olju, men heldur at samgongan átti at orða eitt eitt betri uppskot. Hann heldur tað ikki vera rætt, at øll skulu fáa stuðul til at keypa bensin og diesel. Heldur átti stuðulin at verið markaður til tey, sum eru ringast fyri fíggjarliga. Bill Justinussen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hevur hinvegin sagt við meg, at “av tí at skjót hjálp er dupult hjálp hevur Landsstýrið tí valt at gera skipanina so einfalda sum tilber”. Samgongan vil gera nakað og handla skjótt, og hetta er orsøkin til, at man hevur valt hendan skjótt syfta seiðin.
Skaðin er sjálvandi avmarkaður, tí gildistíðin er so stutt, men annars er hetta bara øgiliga ófokuseraður politikkur frá samgonguni. Helst verður hetta mest gjørt fyri at keypa popularitet frá fjøldini. Føroyingar flestir fara jú at merkja hetta, hvørja ferð teir fylla tangan. Hetta er jú endamálið við “universellari vælferð”: at tey flestu skulu gerast nøkulunda nøgd, ímeðan tey ringast støddu ikki fáa málrættaða hjálp. Trupulleikin er, at universellar skipanir eru ómetaliga dýrar í mun til selektivar ella residuellar vælferðarskipanir.
Uppskotið er sera illa sett saman. Ikki bara fáa tey vælbjargaðu mest burtur úr tí. Stuðulin gagnar teimum, ið hava ráð til bil, ímeðan tey ið mugu koyra buss, súkkla ella ganga ikki fáa ein ágóða. Harumframt stuðlar Løgtingið útlendskum ferðafólkum, ið leiga bilar, hóast tað av røttum áttu at verið kravd fleiri avjøld inn frá hesum. Umframt hetta mótarbeiðir hesin lættin beinleiðis grøna orkuskiftinum. Í fleiri ár hevur verið arbeitt fyri at fáa fólk at skifta til elbilar, men við hesum tilelvir man beinleiðis til tað umvenda. Vit eru farin frá eini grønari til eina svarta samgongu, skilst.
Í Sosialinum 1. mai hevur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í orkumálum, sagt, at tað er neyðugt at Føroyar gerast leysar av olju. Tað er sostatt eitt beinleiðis mótstríð ímillum intentiónirnar hjá orkumálaráðnum og fíggjarmálaráðnum. (Sí mynd undir greinini.)
At tað eisini bankar hol í landskassan, ger ikki støðuna betri. Serliga um skipanin verður longd, kann hetta gerast ein dýrur umgangur. Lítið bendir á, at oljuprísurin fer niður fyribils, so tí er væntandi, at skipanin verður longd. Kostnaðurin fyri uppskotið er mettur til 20 milliónir krónur fyri tríggjar mánaðir, so um hon heldur fram, kemur hon at kosta 80 milliónir krónur árliga - ella meiri, um prísurin hækkar enn meiri. Váðin er sjálvandi, at skipanin verður longd eftir teir tríggjar mánaðirnar, tá fjøldin hevur vant seg við lækkaða prísin, og júst tí eiga tinglimir at steðga hesum í føðingini.
Heldur enn at veita universellan stuðul, kundi verið arbeitt meiri málrættað við stuðli til teirra, ið líða neyð. Tað kostar minni og munar betri.
![]() |
| Samrøða við Eyðdis Hartmann Niclasen í Sosialinum 1. mai 2026 |

Comments
Post a Comment