Posts

Showing posts with the label Orka

Reyðgrøna elitan málar seg upp í ein krók

Image
Javnaðarflokkurin í broyting. Vitlíkismynd funnin á netinum. Promptari ókendur. Upp til løgtingsvalið í ár gjørdi Javnaðarflokkurin eitt skarvslop. Grøna “drotningin” Ingilín Strøm fór út, og inn kom svarti “sjeikurin” Ben Arabo. Hetta er sjálvandi ein karikaturur, men tað er rættiliga sigandi fyri, hvussu umhvørvispolitikkurin hjá Javnaðarflokkinum er diametralt broyttur upp á luftalsliga stutta tíð. Hetta er ikki alt. Upp á stutta tíð er “grøni diskursurin” fánaður nógv til frama fyri ein reaktioneran diskurs, ið sær grøna rákið sum eitt elitert projekt, ið skaðar Palleba og Marsannu. Fólk eru farin at troyttast av grøna tosinum, tí tað tykist mest vera til frama fyri “tey fínu í Havn” - eitt sjálvrealiseringsprojekt fyri tey ovast uppi í tørvspyramiduni hjá Maslow . Hesi hava tørv á at bjarga heiminum, men tey gloyma, at nógvir føroyingar stríðast fyri at bjarga sær og sínum.  Ivaleyst hava tey “reyðgrønu” eitt ávíst “privilegii-blindni”. Nógv teirra hava tað sum blomman í eggin...

Samgongan vil stuðla øllum - uttan teimum veikastu

Image
Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, er ónøgdur við mvg-frítøkuna av olju og bensini. Mynd: Løgtingið. Løgtingið viðger í løtuni eitt uppskot frá samgonguni um at taka MVG av olju og bensini í tríggjar mánaðir, fram til 31. juli. Tað er sjálvur Aksel V. Johannesen, fíggjarmálaráðharri og javnaðarformaður, ið hevur lagt málið fyri Løgtingið. Andstøðan finst sum vera man at uppskotinum, men heldur ikki øll í samgonguni eru nøgd. Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum sigur eitt slíkt uppskot vera viðkomandi vegna príshækkingar á olju, men heldur at samgongan átti at orða eitt eitt betri uppskot. Hann heldur tað ikki vera rætt, at øll skulu fáa stuðul til at keypa bensin og diesel. Heldur átti stuðulin at verið markaður til tey, sum eru ringast fyri fíggjarliga. Bill Justinussen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hevur hinvegin sagt við meg, at “av tí at skjót hjálp er dupult hjálp hevur Landsstýrið tí valt at gera skipanina so einfalda sum tilber” . Samgongan vil gera nakað og hand...