Veðurlagskreppan er avlýst - sjálvt av Gretu Thunberg

Tá ið veðurlagsbroytingar fóru av móta, gjørdist Greta Thunberg Palestina-aktivistur í staðin. Mynd: Wikimedia Commons

Fyri nøkrum árum síðani østi svenski tannáringurin Greta Thunberg heimin upp í skúm við sínum veðurlagsmótmælum. "I want you to panic" stendur eftir sum tragikomiska sitatið, ið er vorðið ímyndin av svenska livibreyðs-aktivistinum. Í fullari longd ljóðar sitatið: "I don't want you to be hopeful. I want you to panic. I want you to feel the fear I feel every day. And then I want you to act. I want you to act as if your house is on fire. Because it is."

Orðini fullu á toppfundi í Davos -  áðrenn Covid19-farsóttina, áðrenn Ukraina-kríggið, áðrenn Gaza-kríggið, áðrenn Trump varð afturvaldur... Nógvar vanlukkur eru hendar, síðani vit sluppu tíggjunum, og hóast veðurlagskreppan versnar alsamt, minkar hon alsamt í raðfesting og diskursivum mátti. Alskyns aðrar kreppur hava yvirhálað, og fólk flest tykjast nærum hava gloymt alt um ógvusligu ójavnvágirnar í veðurlagnum. Sjálvt ein hin sterkasta El Niño í søguligari tíð fær ikki fólk at sýna veðurlagnum ans.

Í Breddanum í farnu viku harmaðist Helgi Abrahamsen um, at grøna orkuskiftið er steðgað upp. Ikki nokk við tí, men sitandi samgonga hevur í hyggja at seta ferð aftur á føroyska oljuleiting. Helgi roynir at bjarga buksunum frá at skrædna við at siga, at inntøkurnar frá oljuni skulu brúkast til at fremja grøna orkuskiftið. Ikki er lætt at vera ein grønur politikari í eini krunkasvartari samgongu, har sjálvur oljustjórin Ben Arabo er formaður í Vinnunevndini og Jacob Vestergaard er landsstýrismaður í vinnumálum. Í farnu viku legði Vinnumálaráðið út grein á sína heimasíðu við hesum heiti: “Leita eftir olju og havbotnsmineralum á føroyska landgrunninum”. “Vit eru farin til verka aftur at vekja áhuga fyri føroyska landgrunninum”, sigur landsstýrismaðurin.

Úr Hollywood frættist, at nýggi filmurin hjá Tom Cruise: “Digger”, er floppaður. Hann er ein “box-office bomb”, sum amerikumenn siga. Filmurin snýr seg um ein sjálvsøknan oljumann, ið grammur borar eftir olju, men harvið útloysir eina veðurlagsvanlukku. Filmurin hevur annars fingið góð ummæli av kritikarum. Digger er ein av ársins bestu filmum, siga tey. Tom Cruise hevur uppiborið ein Oscar, siga tey.

Men hóast kritikarar hálova filmin og sjónleikin hjá Tom Cruise, tíma fólk flest ikki at síggja filmin, og hetta hevur kanska meiri at gera við boðskapin í filminum enn við góðskuna av filminum. Filmurin er kanska endaður skeivu megin søguna. Hevði hann verið komin út í 2019, hevði hann helst verið sera væl umtóktur, tí tá var veðurlagskreppan framvegis fremst í hugaheimi manna. Ross Clark, viðmerkjari hjá (konservativa) Spectator, sigur tað soleiðis:

“In the past climate disaster movies have tended to have a good hearing. The Day After Tomorrow, an absurd tale in which New York disappears beneath an ice sheet (...) was taken seriously by easily-manipulated audiences. Five years ago, Don’t Look Up, starring Leonardo DiCaprio, broke Netflix download records. That one featured a comet heading for Earth which scientists struggle to persuade politicians to take seriously – an obvious allegory for climate change.”

Í dag er veðurlagskreppan farin av móta. Hetta hevur Greta Thunberg langt síðani ásannað. Fyri nøkrum árum síðani gavst hon sum veðurlags-aktivistur og gjørdist palestina-aktivistur í staðin. Nú er hon so í staðin farin til Frankaríkis at stuðla eldásetarum í fronskum forstøðum. Eins og Paul Watson ynskir Greta Thunberg fyrst og fremst uppmerksemi (og harvið inntøkur). Um áhugin fyri einum máli minkar, má livibreyðs-aktivisturin flyta yvir til okkurt annað mál.  

Tað sama ger seg galdandi fyri filmar, tykist. 

p.s. Lat meg skoyta upp í eitt perlusitat frá áðurnevnda Ross Clark: “I guess the film-going public has just had a bit too much of celebrities with a yeti-sized carbon footprint preaching climate change to them. You, the little people, need a lesson on saving the world, Cruise seems to be saying; if I need a few private jets to help me spread the message, then that is all well and good.”

p.p.s. Eg gleði meg sjálvur at síggja filmin Digger hjá Tom Cruise, tí eg eri ein av fáum, ið framvegis hava áhuga fyri veðurlagsbroytingum.


  • Hæddarpunkt í vikuni: Fuglafjarðar sangkór hevði konsert í Fuglafjarðar kirkju saman við frálíka norska kórinum Kor Øst. Aftaná var borðhald í mentanarhúsinum við nógvum góðum sangi.  








































































Tá ið veðurlagsbroytingar fóru av móta, gjørdist Greta Thunberg Palestina-aktivistur í staðin. Mynd: Wikimedia Commons




Comments

Popular posts from this blog

Spæl fyri gallarínum - ráðagerðin, ið elvdi til nýval

Sjálvsøknið hjá Eyðdis fekk Sambandsskriðuna at leypa

Økta talið á tilflytarum elvir til panikk í Føroyum