Er Fast Track-skipanin beinleiðis ætlað at forða integratión?
![]() |
| Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í útlendingamálum, hevur svarað fyrispurningi um útlendska arbeiðsmegi og tilflytarar í Føroyum. Mynd: Wikimedia Commons |
Vilhelm Bergsson vísir á, at:
Leiðin til varandi uppihaldsloyvi er bæði long og demotiverandi. Nógvir tilflytarar liva í nógv ár í óvissu um bústað og framtíð. Hóast teir vilja læra føroyskt og knýta sambond við føroyingar, missa fleiri motivatiónina vegna longu bíðitíðina til varandi uppihaldsloyvi, ikki minst, tí at ein uppsøgn nullstillar hesa tilgongd.
Kravið um fulla arbeiðstíð ger integratiónina trupla í verki, tí fólk skulu arbeiða 40 tímar um vikuna hvørja einastu viku fyri at varðveita arbeiðs- og uppihaldsloyvið. Tá er lítil orka eftir at læra føroyskt, røkja áhugamál og knýta sosial sambond.
Fleiri við hægri útbúgvingum ynskja at fáa sínar útbúgvingar viðurkendar. Summi ynskja eisini menna seg yrkisliga, verða framflutt ella flyta í onnur størv. Men hetta krevur leysari treytir og møguleika fyri at broyta lønarsáttmála.
Nógvir tilflytarar óttast at missa arbeiði og harvið uppihaldsloyvi. Øll teirra tilvera er upp á spæl, tá ið ein uppsøgn kann merkja, at tú verður noyddur at fara av landinum.
Fast Track-skipanin - eisini nevnd Snarskipanin - er ikki ætlað at integrera fólk men heldur at gagnnýta arbeiðsmegina, fyri siðani at senda hana av landinum aftur. Tilflytararnir verða tá sæddir sum arbeiðsmegi, heldur enn sum heil menniskju.
Haldi at tað er serliga vert at hyggja eftir aðru avbjóðingini, ið Vilhelm Bergsson nevnir. Av tí at arbeiðskrøvini eru so hørð, hava tilflytarar ikki høvi til at læra føroyska málið, eiheldur á annan hátt at integrera seg í føroyska samfelagið. Tað hoyrist eisini um fleiri tilflytarar, ið gleðiliga vilja arbeiða nógv meiri enn 40 tímar.
Summir vilja helst arbeiða so nógv sum yvirhøvur gjørligt, tí teirra endamál er at tjena so nógvar pengar sum gjørligt at senda aftur til familjuna, har pengarnir hava fleirfalda virðið í mun til í Føroyum. Tað loysir seg at tjena pengar í Føroyum, men tað loysir seg ikki at brúka pengar í Føroyum. Tí er tað frægari at arbeiða sum mest og brúka sum minst, tí við at flyta pengarnar av landinum, tvífalda teir virðið ella meiri. Koma tilflytarar úr fátækastu londunum, fáa teir kanska trí- ella ferfalt so nógv fyri pengarnar í sínum heimlandi.
Men hetta merkir, at ein vaksandi partur av útlendingum liva í einum parallellsamfelag. Teir eru fysiskt í Føroyum, men eru ikki ein partur av Føroyum, hvørki málsliga, sosialt, mentanarliga - og í lítlan mun sum forbrúkarar. Hetta eru onkursvegna ideal-tilflytararnir sambært føroyskum arbeiðsgevarum. Teir veita arbeiðsmegi, men seta fá krøv.
So eru tað teir tilflytarar, ið seta krøv. Teir ynskja sær at gerast partur av føroyska samfelagnum, men møta forðingum í hópatali. Her er søgan hjá brasilianska Fernando Troleis hjartanemandi. Hóast hann er fult integreraður, bæði málsliga og mentanarliga, ja enntá hevur ríkað føroyska málið við eini portugisiskari orðabók, so vilja almennu Føroyar ikki vita av honum.
Um man veruliga vil hava, at Fast Track-skipanin einans skal vera ein skipan fyri útskiftiliga og fyribils “arbeiðsmegi”, ikki fyri “heil menniskju”, so má hetta kunnast greitt og staðiliga, soleiðis at teir útlendingar, ið veruliga vilja gerast partur av føroyska samfelagnum, stilla seg í eina aðra kø.
Fast Track er jú einans ein av fleiri tilflytaraskipanum. Umframt Fast Track-skipanin eru ES-lógin, vanliga útlendingalógin, ítróttaravtalan, familjusameining, samfylgjandi familja - umframt serlógin fyri ukrainsk flóttafólk. Í svari hjá Sirið Steenberg til fyrispurning frá Bárði á Lakjuni um útlendska arbeiðsmegi og tilflytarar í Føroyum vísir tað seg, at seinastu árini eru faktiskt komin fleiri tilflytarar gjøgnum ES-lógina enn gjøgnum Fast Track-skipanina, tó at Fast Track yvirhálaði í 2025. So lærdi man tað.

Comments
Post a Comment