Vánalig undirvísing av útlendingum hóttir integratiónina
![]() |
| Danir tosa í stóran mun "danglish". Fara føroyingar at tosa "fanglish"? |
Hóast nógv størsti parturin av teimum nú 3.517 íbúgvunum uttan bústaðartilknýti eru arbeiðandi fólk millum 16 og 66 ár, eru eisini 422 millum 7 og 15 ár og 212 millum 0 og 6 ár. (tøl fyri juni 2026). Her er talan í stóran mun um børn, ið ikki hava føroyskt sum móðurmál og tískil mugu hava eyka hjálp at læra málið nøktandi. Hendir tað ikki, fáa tey tað munandi truplari sum vaksin. Málið er jú ein heilt avgerandi partur av integratiónini.
Føroya Lærarafelag rópar nú varskó og krevur fleiri undirvísingartímar og størri játtan til føroyskt sum annaðmál. Talið av næmingum við útlendskum uppruna økist í føroyska fólkaskúlanum, serliga talið av næmingum úr londum uttan fyri Norðurlond og Europa. Tórhallur við Gil, næstformaður í Føroya Lærarafelagi, eftirlýsir serliga betri undirvísing í føroyskum, ið er ein fortreyt fyri útlendskar næmingar at luttaka í skúlanum annars og fóta sær í føroyska samfelagnum.
Trupulleikin er, at politiska skipanin sýnir góðan vilja, men ikki sýnir hetta í verki. Játtanin til fólkaskúlan er frammanundan ov lítil, og til ber ikki at taka pengar frá øðrum skúlatilboðum fyri at betra um undirvísinina í føroyskum fyri útlendsk børn. Tørvur er bæði á at játta fleiri tímar til økið, m.a. til sonevndar “móttøkuflokkar”, men eisini at útbúgva væl fleiri lærarar í føroyskum sum øðrummáli.
“Tað er ein óvirðilig og vónleys støða fyri allar partar, bæði føroysku og útlendsku næmingarnar og lærararnar”, sigur Tórhallur við Gil. Leggjast kann afturat, at hetta eisini er ein óvirðilig støða fyri teir tilflytarar, ið koma til Føroya við vón og væntan um, at teirra børn kunnu fáa eina bjarta framtíð her á landi. Eitt er, at tað er trupult hjá fyrsta ættarliðnum at finna seg til rættis í einum nýggjum landi, men tað er beinleiðis syrgiligt, um næsta ættarliðið ikki verður fult integrerað.
Málslig læring er altavgerandi, ikki minst tá ið børnini gerast ungdómar og skulu royna seg á arbeiðsmarknaðinum ella fara víðari á miðnám. Sum heild eiga vit heldur ikki at gloyma, at tað er ein fortreyt fyri einum sunnum og livandi føroyskum máli, at flest allir íbúgvar duga hetta málið til fulnar. Vit eiga ikki at góðtaka, at føroyska málið verður niðurlagað vegna vánaliga praksis. Astrið Breckmann, ein annar royndur føroysktlærari, ið nú er vald inn á Løgting, er bersøgin um gongdina:
“Okkara land, mál og mentan eru so sera viðbrekin. Og nú sigi eg tað akkurát, sum tað er, tí eg havi verið lærari í 17 ár og sæð gongdina: Vit eru í ferð við at missa okkara móðurmál. Um hendan gongdin heldur fram, tosa vit ikki føroyskt um 30 ár. Vit tosa ikki eitt annað mál, men eitt “pidgin-føroyskt” blandað við serliga enskt og danskt.” Hetta er næstan sum at hoyra J. C. Svabo á sinni, ið segði, at føroyska málið var eitt “miskmask”, ja “ganske fordærvet”. Eftir Svabo tíð kom ein málreising, men hendan hugsjón tykist nú fána millum manna.
Ikki bert útlendsk børn, men eisini føroyskt hava avbjóðingar við føroyska málinum: “Fleiri og fleiri næmingar tosa enskt sínamillum, og fleiri og fleiri næmingar hava vánaligari mál, hava færri orð, og vita ikki hvussu orðið er á føroyskum. Tey vita ofta betri, hvat orðið eitur á enskum,” sigur Fridrikka Kjeld, serlærari. “Avleiðingin kann vera, at tey duga ov fá orð. Hesi børnini kunnu fáa serligan tørv, sjálvt um tey ikki hava serligan tørv. Hjá teimum er tað bara málførleikin, sum manglar.”
Trupulleikin snýr seg ikki bert um lagnurnar hjá útlendsku børnunum, men eisini um lagnuna hjá føroyska málinum. Málið er praksis, ikki bara nakað, ið stendur trygt og væl prentað í bókum. Lata vit standa til, skeiklast føroyska málið, ikki bara hjá einstaklingum, men við tíðini hjá øllum Føroya fólki.

Comments
Post a Comment