Posts

Showing posts with the label Mál

Vánalig undirvísing av útlendingum hóttir integratiónina

Image
Danir tosa í stóran mun "danglish". Fara føroyingar at tosa "fanglish"? Alsamt fleiri útlendingar búgva í Føroyum. Sambært Hagstovuni er talið á íbúgvum í Føroyum uttan bústaðatilknýti ferfaldað síðani 2012 og tvífaldað síðani 2020. Tilflytingin tekur dik á seg. Talið á útlendingum í Føroyum er enn hægri enn hetta, tí við tíðini fáa teir bústaðartilknýti og hava tá vónandi verið ígjøgnum eina nøktandi integratións-tilgongd. Ein persónur hevur bústaðartilknýti til Føroya, um hann annaðhvørt hevur búð 7 av 10 samanhangandi árum ella helvtina av lívinum í Føroyum, skrivar Hagstovan í viðmerkingum . Hóast nógv størsti parturin av teimum nú 3.517 íbúgvunum uttan bústaðartilknýti eru arbeiðandi fólk millum 16 og 66 ár, eru eisini 422 millum 7 og 15 ár og 212 millum 0 og 6 ár. (t øl fyri juni 2026). Her er talan í stóran mun um børn, ið ikki hava føroyskt sum móðurmál og tískil mugu hava eyka hjálp at læra málið nøktandi. Hendir tað ikki, fáa tey tað munandi truplari sum ...

Frá Heilagum Anda til andaleyst vitlíki

Image
Fremmandgjørdi heilin. Mynd: Picryl Í dag er Hvítusunnudagur - hátíðin, sum verður hildin 50 dagar eftir páskir - harav grikska navnið “Pentekoste”, ið merkir hálvtrýssint. Hvítusunnan byggir á frásøgnina í Ápostlasøguni , har Heilagi Andin kom yvir lærisveinar Jesusar, so teir kundu boða kristindómin kring allan heim. Hvítusunnan verður eisini nevnd føðingardagur kirkjunnar. Hvítusunnan hevur fyrst og fremst andaligan týdning, tí hon minnir á upphavið til kristinboðanina, hennara megi, virði og felagsskap. Men harumframt er Hvítusunnan ein almennur frídagur, sum gevur fólki møguleika at hvíla seg, menna seg og vera saman við familju og vinum. Eisini styrkir Hvítusunnan sosiala og mentanarliga samanhaldið kring landið við stevnum, útigudstænstum, konsertum o.ø. Eg skrivi nógv um høgtíðir, ikki tí at eg eri nakar prædikumaður, men tí at eg síggi stóra savnandi virðið í hesum høgtíðum, har fólk flest hava frí samstundis og kunnu savnast í felagsskapi. Hvítusunnan er onkursvegna ein “lí...