Politiska skipanin má fáa betri arbeiðslag (mikubloggur)
Ingilín-gølan var ein hin myrkasta løtan í farna valskeiði. Nú hevur Ingilín valt ikki at stilla uppaftur. Mynd: Løgtingið Eg skrivaði í vikuskiftinum bloggin Spæl fyri gallarínum - ráðagerðin, ið elvdi til nýval , har eg viðgjørdi hendingarnar, ið leiddu upp til samgonguslitið í farnu viku. Summi hava hartað meg fyri at brúka heldur harða orðið ráðagerð, men hetta er tíverri veruleikin. Tað ringasta er, at hetta als ikki er fyrstu ferð, at samgongan hevur brúkt svikaráð til at fáa sín vilja ígjøgnum. Vit sóu tað m.a., tá ið fosturtøkumálið kom ígjøgnum í fjør . Summi minnast kanska eisini Ingilín-málið í 2024. Fólkaflokkurin skal heldur ikki vaska seg ov reinan, tí hvør minnist ikki rokið í 2021, tá ið hann sendi tvey landsstýrisfólk í Tingið fyri at fáa Anniku Olsen úr tinginum? Í 2021 lá Fólkaflokkurin nærum líka lágt sum Javnaðarflokkurin liggur nú. Hann hevði oytt sítt trúvirði burtur, men árið eftir fekk Fólkaflokkurin nýggjan formann , og nú er púra vent í holuni. Fólkaflo...