Landsstýrisfólk sum innskiftarar hjá Løgtinginum (eykabloggur)
| Súsanna Bertholdsen á Løgtingsins røðarapalli. |
Í morgun varð Súsanna Bertholdsen er vorðin “skift inn” fyri Djóna Nolsøe Joensen, hetta fyri at “skora” mál fyri samgonguna í fosturtøkumálinum. Hetta eftir bert ein dag í nýggja landsstýrissessinum. Súsanna Bertholdsen skal skjóta bóltin í málið fyri Javnaðarflokkin, nú Djóni ikki vildi levera.
Hetta er tó ikki nakað eindømi, tí júst tað sama hendi fyri fýra árum, síðani, tá ið táverandi landsstýrisfólkini Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur vórðu “skift inn” fyri Brand Sandoy og Anniku Olsen í málinum um sammøður.
Bæði málini vóru sonevnd “etisk mál”, men tað er ikki boðskapurin við hesi grein.
Boðskapurin er, at Landsstýrið verður brúkt sum innskiftarabonkur hjá Løgtinginum. Tað er í sjálvum sær ein trupulleiki, at útinnandi valdið ger seg inn á lóggevandi valdið. Hetta avdúkar ein týðandi veikleika í okkara stýrisskipan, har Løgmaður sum ein dukkuførari kann gera inntriv í Løgtingið.
Í farna mánaði viðmerkti Regin Berg nýskipanina av landsstýrinum, ið hann nevndi “visjónsleysa”. Serliga eitt sjónarmið er vert at bíta merki í. Regin vísir á, at “eitt landsstýrisfólk skal uppsiga tingsessin hjá sær. Hyggja vit kring Evropa (...) er meginreglan, at tingfólk varðveita sínar tingsessir, tó at tey blíva landsstýrisfólk ella løgmaður. Hví skulu vit so velja dýraru loysnina her í Føroyum, og koyra varatingfólk inn fyri okkara stjórnarlimir?”
Ein trupulleiki við hesum er, at samansetingin av Løgtinginum broytist munandi av at Løgmaður og landsstýrisfólk fara úr Løgtinginum. Í staðin fyri hesi koma seks eykavald - og áðrenn “Lex Arabo” heili níggju! Hetta skeiklar munandi tann vilja, ið fólkið - veljararnir - hava givið til kennar til løgtingsvalið. Og við møguleikanum hjá Løgmanni at flyta politikarar millum Løgting og Landsstýri, gevur tað Løgmanni enn eitt valdsamboð yvir Løgtingið.
Regin Berg viðmerkti eisini júst hetta í síni grein: “Vit síggja eisini trupulleikan við hesum í verki, tá avgerðir skulu takast. Fosturtøkulógin er eitt dømi um hetta. Er tað rætt, at hvørt lógin verður samtykt ella ikki, hongur saman við hvat varafólk av tilvild er inni ella úti? Umboðar tað fólkaviljan betri, um tað er no. 5 við 111 atkvøðum á listanum hjá Framsókn, sum atkvøður, enn no. 1 við 978 atkvøðum?”
Men tað nyttar lítið at eymka seg um, at Javnaðarflokkurin nú blakar hendan trumfin, tí fyri fýra árum síðani gjørdi Fólkaflokkurin júst tað sama. Munurin var at hesaferð eigur Javnaðarflokkurin Løgmann, men fyri fýra árum síðani noyddist Fólkaflokkurin at biðja sambandsløgmann um at fremja rokaduna.
Fyri fýra árum síðani skrivaði eg táverandi fólkafloksformanni Jørgen Niclasen ein tátt til lagið “So vakrar moyggjar” í sambandi við spennandi endatalvið um sammøðurnar beint fyri jól. Høgni Hoydal kallaði hetta tá fyri eitt søguligt politiskt lágmark, men Høgna so líkt er aðrir standardir galdandi tá hann er í samgongu í mun til, tá hann er í andstøðu.
Søgan hevur tað við at endurtaka seg í hvussu er so leingi vit hava spælireglurnar, ásettar av verandi stýrisskipan. Júst meðan eg skrivaði hesi orð hevur Jóannes N. Dalsgaard skrivað einki minni enn eitt broytingaruppskot til Stýrisskipanarlógina. Eg vil ikki viðmerkja hetta, men haldi tað er vert at vísa á.
Comments
Post a Comment