Liljan Weihe og Beinta Løwe sum Løgtingsins verjar
| Liljan Weihe á Løgtingsins røðarapalli. Mynd: Vágaportalurin |
Nú landssstýrið varð umskipað, forsømdi leiðslan í Tjóðveldi at fáa Liljuna Weihe úr Løgtinginum, hetta fyri at geva pláss fyri Eiriki í Jákupsstovu í Landsstýrinum. Tískil hevur Tjóðveldi nú ein stóran trupulleika í Løgtinginum: eina tingkvinnu, ið ikki bara ger sum tað verður sagt. Floksleiðslan kann tó fegnast um, at uppaftur meiri óstýrligi Erling Eidesgaard er uttan fyri.
Liljan Weihe hevur seinastu tíðina úttalað seg sera harðliga við rættiliga kreativum (og lítið tjóðskaparsinnaðum) yvirskriftum sum Democracy Dies in Darkness og Ctrl+Alt+Del: Ein nýggj byrjan. Niðurlagið í skrivingin hjá Liljuni er, at Løgtingið og harvið fólkaræðið er fyri ágangi í Føroyum. Hóast Løgtingið verður trýst í fleiri ymiskum málum, er aktuella dømið Suðuroyartunnilin helst tað mest átrokandi.
Liljan skrivar soleiðis í Democracy Dies-greinini: “Málið um Suðuroyartunnilin er eitt dømi um, at avgerðir verða tiknar í tí dulda. Í einum almennum partafelag, har fyrisitingarlóg og alment innlit ikki er til staðar. Í myrkrinum, har fólkaræðið ikki røkkur. / Har stutt umhugsanartíð, ófullfíggjaðar frágreiðingar, stuttar hoyringarfreistir eru amboð, sum skúgva fólkaræðið til viks.”
Og í Ctrl+Alt+Delete-greinini skrivar hon soleiðis: “Politiska skipanin má taka ábyrgdina og avgerðarrættin frá P/F Suðuroyartunlinum. Vit mugu taka ræðið aftur og tryggja, at neyðugar kanningar verða gjørdar: Ein eftirfarandi kostnaðarmeting, ein verulig kost-nyttu greining, ein gjøgnumskygdur fíggingarleistur, strategiskar umhvørvisárinskanningar, trygdarkrøv, jarðfrøðiligar kanningar o.s.fr. / Alt kanningar og greiningar, sum eru neyðugar fyri at taka røttu avgerðina. Tá hetta arbeiðið er liðugt, kunnu vit taka avgerð um projektering og útboð av Suðuroyartunlinum.”
Hetta eru áhugaverdar ákærur, ið eg tó ikki skal døma um her á staðnum. Orðini hjá Liljuni eru frá hennara sjónarhorni, og neyðugt at at fáa onnur sjónarhorn við eisini. Tíverri tykist Liljan rópa út í tóman heim, tí taktikkurin frá landsstýri, floksleiðslu v.fl. er larmandi tøgn. Sjálvur hugsi eg, at málið um Suðuroyartunnilin krevur eina granskingarverkætlan, har avgerðargongdirnar í málinum verða gjølla lýstar á einum fakligum støði. Kanska kundi man fingið Bent Flyvbjerg at verið uttanhýsis vegleiðari í eini slíkari verkætlan?
Eitt annað mál, ið átti at verið granskað í, er Corona-tíðina, herundir myndugleikanna handfaring av hesum máli. Í November gav ein onnur tjóðveldiskvinna, Beinta Løwe, út bóklingin Tá ið fólkaræðið verður rakt av sjúku.
Liljan og Beinta minna meg merkiliga nógv um hvørja aðra. Tær eru miðaldrandi tjóðveldiskvinnur við journalistiskari bakgrund og hvøssum meiningum, ið rættiliga skjótt komu í andsøgn við floksleiðsluna í Tjóðveldi, og fingu sær sum projekt at verja fólkaræðið, herundir at verja Løgtingið ímóti ágangi frá øðrum myndugleikum og valdshavum.
Beinta skrivar í bók síni (s.41): “Tað eigur ikki og má ikki gerast siðvenja, at vit seta ófrávíkilig krøv til løgtingslimir áðrenn teir kunnu seta seg í fólkavalda sess sín. Tí hvørji krøv kunnu so fara at verða sett í framtíðini, um vit góðtóku hetta undir koronu?”
Beinta Løwe varð eitt skifti forðað fyri at sleppa inn í Løgtingið, men stríddist fyri sínum rætti til at útinna sítt fólkavalda starv at taka avgerðir. Liljan Weihe stríðist hinvegin fyri at fáa størri part av avgerðargongdini inn aftur í Løgtingið. Báðar stríðast tó ímóti royndunum at skerja virkisføri Løgtingsins, tá ið avgerðir verða tiknar.
- Les eisini Landsstýrisfólk sum innskiftarar hjá Løgtinginum
- Les eisini Løgmaður sum boðberi hjá Nýskipanarnevndini?
- Les eisini Poul Michelsen yvirtrumfar fólksins vilja
Comments
Post a Comment