Løgmaður sum boðberi hjá nýskipanarnevndini?
| Aksel V. Johannesen ruddar upp í Landsstýrinum. Samansettar myndir. Wikimedia Commons |
At løgmaður sostatt verður samaborin við ein Donald Trump - ella kanska Javier Milei - meðan Ben Arabo verður samanborin við Elon Musk og nýskipanarnevndin við DOGE (Department of Government Efficiency), er kanska líkatil. Mínsann um Jóna Ólavsdóttir, serfrøðingur í almennari fyrisiting, ikki eisini var úti við eini grein undir heitinum “Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?”
Tað er sum vera man panikkur í almenna geiranum í løtuni. Akademikarafelagið og Búskapar- og Løgfrøðingafelagið hava í felags skrivi mótmælt arbeiðsháttinum hjá Løgmanni, og innan almenna geiran er nú ótti um víðfevndar uppsagnir. Ben Arabo er byrjaður úr erva, men sum skilst er ætlanin at arbeiða seg niðureftir. “Signalið er í øllum førum klokkuklárt! Nú skal sparast allan vegin niður gjøgnum almennu skipanina”, sum Sosialurin tekur til í oddargrein 14. nov. Fyrst aðalráð! Síðani stýri? Síðani landsstovnar? Síðani kommunur og kommunalir stovnar? Og hvussu við kommunalu samstørvunum? Yvirliva tey harraboð frá Arabo?
Harðastu orðini á vegnum fingu Løgmaður og samgongan tó frá æviga speiska Bjarna Djurholm, ið skrivað grein undir heitinum Panik før lukketid. At vit nærkast Svartafríggjadegi (Black Friday) er eyðsýnt. Eg loyvi mær at endurgeva nøkur brot frá Bjarna: “Fyrsti setningurin hjá Arabo og hinum er longu komin. Skerjið úr erva. Politiska handverkið er nú latið øðrum uttantings og løgmaður vorðin tignarleysur boðberi hjá nýskipanarnevndini. / At landsstýrið nú er avtignað til stempulkontór til avrik, sum uttangarðserfrøði setir í ljósmála avdúkar, at landsstýrið og samgongan eru dumpað.” (...) “Kanska skuldi samgongan hildið frí restina av valskeiðinum og latið nýskipanarnevndina stjórna landinum til endan av 2026.”
Sum Bjarni Djurholm skrivar, hevur Løgmaður so at siga degraderað Landsstýrið til at útinna avgerðir, ið ein politiskt útpeikað nevnd tekur fyri tey. Enn verri er, at Løgtingið í stóran mun verður hildið uttan fyri. Í prinsippinum er tað Løgtingið - fólksins umboð - ið skal seta politisku dagsskránna, men seinastu tíðina hevur Løgtingið verið degraderað til stempulkontór fyri Landsstýrið. Slík sentralisering av politiska valdinum skapar sum vera man effektivari avgerðargongdir, men hinvegin leggur tað trýst á fólkaræðið.
Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur hevur á Facebook víst á, at ein avgerð um tal á aðalráðum eigur at ásetast í stýrisskipanarlógina, og at ein slík broyting krevur samtykt frá tveimum løgtingum við løgtingsvali ímillum. “Tað kann heldur ikki vera meiningin, at ein tilvildarlig nevnd, sum eitt ávíst (atgerðarleyst) landsstýri setur, skal avgera hendan spurningin.”
At Løgtingið verður koyrt út á eitt síðuspor er heldur ikki nakað nýtt. Aktuelt er stórur partur av avgerðargongdini í málinum um Suðuroyartunnilin lagdur til P/F Suðuroyartunnilin, ímeðan løgtingsfólk fáa hundraðtals síður at lesa, ið tey skulu taka støðu til nærum upp á standandi fót. Á fólkafundinum “Hvussu verja vit náttúruna” í Finsen farna týskvøld varð eisini funnist at, at hoyringarfreistin í málinum er so stutt. So seint sum farna heyst gjørdi Landsstýrið seg inn á Landsstýrismálanevndina hjá Løgtinginum í Ingilín-málinum. Harumframt er vert at vísa á nýggja bóklingin hjá Beintu Løwe “Tá ið fólkaræðið verður rakt av sjúku”, har virkisførið hjá Løgtinginum varð munandi skert eitt tíðarskeið í 2020. Løgtingið er stundum stríggið, ja, men tað er okkara - fólksins - trygd ímóti valdsmisnýtslu frá landsins stýri. Men sum nú er síggja vit tvørt ímóti hvussu alskyns valdsamboð verða brúkt ímóti Løgtinginum, sum Liljan Weihe hevur víst á. Vit mugu í hvussu er staðfesta, at Løgtingið er undir áhaldandi trýsti seinastu árini, og tað er ein fólkaræðisligur trupulleiki.
Jóna Ólavsdóttir endar sína grein við orðunum: “Tað almenna hevur, øvut tí privata, nevniliga tvær botnlinjur - ta fíggjarligu og ta fólkaræðisligu. Virksemið skal mala runt fíggjarliga, men tað skal eisini geva yvirskot á fólkaræðisligu botnlinjuni." Hetta er eitt beinleiðis prik til management-tankagongdina, ið vinnulívsmaðurin Ben Arabo umboðar.
Comments
Post a Comment