Posts

Showing posts with the label Stýriskipan

Spæl fyri gallarínum - ráðagerðin, ið elvdi til nýval

Image
  Í farnu viku sóu vit løgmann og løgtingsforkvinnuna - landsins ovastu embæti - taka seg saman at lumpa Framsókn. Tað er ikki ólógligt, men heldur ikki vakurt at skoða. Myndir: Wikimedia Commons og Løgtingið. Vit vóru í farnu viku vitni til ein heldur ódámligan sjónleik - fyri ikki at siga glantrileik. Hóast politikarar royndu sum frægast at halda maskuni, er tó sera sannlíkt, at fittur partur av teimum vistu nøkulunda av, hvat gekk fyri seg handan leiktjøldini. At nýval í verki (les: hægst sannlíkt) varð útskrivað, tá ið Bjørt Samuelsen býtti um upp á raðfylgjuna av pensjónsaldurs- og Suðuroyartunnils-málunum, er heilt greitt. Øll, ið vildu vita tað, vistu tað tá. At løgtingsforkvinnan helt upp á, at tað var rein tilvild, var reint spæl fyri gallarínum.  At løgtingsforkvinnan og løgmaður vóru saman um gongdina hetta komandi samdøgrið, er eisini púra opinlýst. Og fleiri onnur vóru sjálvandi vitandi um hetta. Ivin stendst einans um, nær ráðagerðin byrjaði. Byrjaði tað eftir a...

Løgmaður sum boðberi hjá nýskipanarnevndini?

Image
Aksel V. Johannesen ruddar upp í Landsstýrinum. Samansettar myndir. Wikimedia Commons Tá ið tríggir landsstýrismenn vórðu rendir til hús herfyri, gekk tað ikki stillisliga fyri seg. Bjarni K. Petersen tosaði um “politiskan panikk” og “sjokkbehandling” í samrøðu við Frihedsbrevet , og sum vikugestur í Kringvarpinum segði Jóhan Christiansen, at “Hetta ber boð um eitt høgrapopulistiskt rák í sonnum Donald Trump- og Elon Musk-stíli.” At løgmaður sostatt verður samaborin við ein Donald Trump - ella kanska Javier Milei - meðan Ben Arabo verður samanborin við Elon Musk og nýskipanarnevndin við DOGE (Department of Government Efficiency), er kanska líkatil. Mínsann um Jóna Ólavsdóttir, serfrøðingur í almennari fyrisiting, ikki eisini var úti við eini grein undir heitinum “Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?” Tað er sum vera man panikkur í almenna geiranum í løtuni. Akademikarafelagið og Búskapar- og Løgfrøðingafelagið hava í felags skrivi mótmælt arbeiðsháttinum hjá Løgmanni...

Poul Michelsen yvirtrumfar fólksins vilja

Image
Poul Michelsen: Mynd: Wikimedia Commons “Tað var serliga málið um fría fosturtøku fram til 12. viku, ið fekk Sólvit Nolsøe at stinga í sekkin. Hann kundi ikki góðtaka, at Framsókn kravdi av sær, at hann skuldi vera fyri tí málinum. Men við at taka seg úr politikki gerst Sólvit E. Nolsøe at síggja til tungan á vágskálini fyri, at fosturtøkumálið eftir øllum sólarmerkjum verður samtykt við smalast møguliga meiriluta, 17-16.” Soleiðis skrivar Jóhann Lützen, blaðstjóri á Norðlýsinum í grein 1. Oktober. Sama dag hevur Sámal Petur í Grund, formaður Sjálvstýris viðmerking í sama blaði, “Tí fellur tað mær fyri bróstið, at aktuellu umstøðurnar, har tingmaður leggur tingsessin frá sær og letur varðamanninum tingsessin, førir til at mál sum júst er vigað av á vekt fólkaviljasins og fallið, verður lagt fram aftur. / Er tað at virða fólkaræði?  Ella skeiklar tað viljan í fólkaræðinum?” Hetta nemur við nakað rættiliga relevant, nevniliga at varafólk fyri tingfólk ofta als ikki hava somu linju su...