Tríggir landsstýrismenn snávaðu um tinggáttina
| Dennis Holm, Djóni Nolsøe Joensen og Eirikur í Jákupsstovu. Myndir: Wikimedia og Løgtingið. |
Landsstýris-effektin er ein fatan av, at um politikarar koma í Landsstýrið, fáa teir eina størri eksponering og kunnu tí sannlíkt fáa eitt enn betri úrslit komandi val. Men hendan effektin vísir seg at vera svikalig. Á løgtingsvalinum 26. mars ruku trý landsstýrisfólk úr Løgtinginum.
Djóni Nolsøe Joensen fekk bert 203 atkvøður í mun til 495 til seinasta val. Hann hevur ikki roynst serliga væl í sínum landsstýrissessi, hóast hann sera ambitiøsur umkalfatraði miðfyrisitingina við stovnseting av BUMR. Hann seldi skinnið, áðrenn bjørnin varð skotin, tá ið hann lovaði løn undir útbúgving - uttan fígging. Og so var tað málið við klædnaatstøðingunum á Glasi. Seinastu tíðina av samgonguskeiðnum endaði hann eisini sum kastibløka í málinum um fosturtøkumálið. Tað hevur helst kostað honum dýrt, at hann valdi landsstýrissessin fram um etiska prinsippið.
Dennis Holm fekk eisini eitt skuffandi úrslit. Hann fekk 213 atkvøður í mun til 304 til seinasta val. Ikki líka stórt fall sum Djóni, men tá ið hugsað verður um, at hann hevur arbeitt nógv fyri Suðuroyartunlinum, eru tað onnur, ið hava fingið politiska ágóðan av tí. Men helst er tað vánaliga handfaringin av fiskivinnumálum, ið kostaði honum landsstýrissessin, ið hevur drigið mest niður.
Ein annar, ið heldur óvæntað snávaði, er Eirikur í Jákupsstovu. Hann fekk 304 atkvøður í mun til 295 seinast. Hann er sostatt farin fram, men av tí at Tjóðveldi fekk eina soltna úrtøku, er hann hóast hetta endaður uttan fyri tinggátt. Tað merkisverda er, at partamaður hansara Jóhan Christiansen, ið eisini fekk nakrar mánaðir í landsstýrissessi, yvirhálaði Eirik. Hann fór frá 125 til 307 atkvøður - eitt rimmar val. Tað at hann varð avhøvdaður uttan ítøkiliga grund, hevur møguliga givið honum eitt martyrium?
Sigast má, at tað er misjavnt, hvussu landsstýris-effektin virkar. Løgmaður Aksel V. Johannesen fór frá 1958 til 1114 atkvøður - eitt stórt misálit. At hansara gongd speglar ta hjá Javnaðarflokkinum sum heild, er sjálvsagt. Men hann hevur eisini verið við í fleiri politiskum skuggaspølum seinastu árini, og tað máar av álitinum. Hinvegin fór Ruth Vang frá 978 til 992 atkvøður - eitt ávíst herðaklapp fyri sína strongu fíggjarpolitisku linju. Sirið Stenberg fór frá 455 til 566 atkvøður, men hon er eisini vorðin forkvinna millum valini. Í so máta eru 566 atkvøður ein skuffandi úrtøka fyri eina forkvinnu í einum stórum flokki. Hini forfólkini fyri stóru flokkarnar hava øll omanfyri 1000 atkvøður.
Súsanna Bertholdsen hevur veruliga fingið eina landsstýris-effekt, tí hon fór frá 276 til 489 atkvøður. Margit Stóra fór eisini frá 305 til 387 atkvøður. Bjarni K. Petersen kláraði seg eisini væl við 359 atkvøðum í mun til 355 seinast.
Sostatt er vegurin til perluportrið ikki tryggjaður, bara tí ein er landsstýrisfólk. Hjá Aksel, Djóna og Dennis kostaði hetta dýrt mátað í atkvøðum; hjá Ruth, Bjarna og Eiriki stóð nøkulunda í stað. Men hjá Súsonnu og Margit kastaði landsstýrissessurin atkvøður av sær. Sirið fekk væl at merkja fleiri atkvøður, men tað er helst meiri, tí hon er vorðin forkvinna.
Eirikur varðveitti faktiskt sítt sjeyndapláss á listanum, so boð verða eftir honum, um Tjóðveldi kemur í samgongu. Verri er statt hjá Djóna og Dennis. Djóni endaði á 9. plássi og Dennis á 12. plássi. Teir koma sostatt heldur ikki inn sum eykalimir. Um Javnaðarflokkurin kemur í samgongu og fær tvey landsstýrisfólk, verður tó boð eftir Djóna sum innskiftara, tá ið onnur tingfólk fara í farloyvi.
Men Dennis er helst liðugur sum landspolitikari - fyri fyrst.
Comments
Post a Comment