Styttra suðuroyarleiðin ofrað í politiskum taktikki
Tað tykist sum ynskir Aksel V. Johannesen at gera Suðuroyartunnilin til sítt eftirmæli, eisini hóast samgongan rýkur av tí. Samansettar myndir. Wikimedia Commons Í hesum døgum koma málini um suðuroyartunnilin og pensjónsaldur til skarpskeringar. Málini eru sett upp ímóti hvørjum øðrum, og kunnu tí koma at kosta samgonguni lívið. Serliga málið um suðuroyartunnilin er merkt av taktikki meiri enn mál-rationaliteti. Tað snýr seg eyðsýniliga meiri um at fáa “okkurt” ígjøgnum, heldur enn at deliberera seg fram til bestu loysnina. Í álitinum til “Uppskot til løgtingslóg um fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum” standa m.a. fyrimunir lýstir viðvíkjandi alternativari farleið norður um Múlan á Sandi. Her eru sjey greiðar grundgevingar fyri hesi farleið. Í álitinum stendur skriva, at alternativa farleiðin: Verður styttri - uml. 3,5 km - styttri ferðatíð, størri samfelagsnytta Minni hæddarmunur í tunlinum - uml. ...