Miseydnaða landsstýrisævintýrið hjá Jóhan Christiansen

Jóhan Christiansen í Degi og Viku. Mynd: VP

Hóast Løgtingið formliga er omanfyri Landsstýrinum, er Landsstýrið í verki oman fyri Løgtingið. Hetta stýriskipanarliga paradoks ger, at landsstýrisfólk hava hægri tign enn løgtingsfólk. Tí er sum oftast gravgangur eftir at sleppa í Landsstýrið, har dagsskráin verður sett, heldur enn at sita í Løgtinginum.


Tosað verður eisini um eina landsstýris-effekt, ið merkir, at landsstýrisfólk vegna øktu profileringina fáa fleiri atkvøður komandi val. At sleppa í Landsstýrið er tískil fremjandi fyri politisku karrieruna. Umvent eru tað eisini vanliga løgtingslimir við høgum atkvøðutali, ið gera krav upp á landsstýrissessirnar. Av hesi orsøk er talið á landsstýrissessum eisini vaksið gjøgnum árini - frá upprunaliga trimum til níggju. Hetta fyri at styrkja samgonguna í mun til andstøðuna, tí hetta merkir eisini, at fleiri varalimir sleppa á ting. Umframt 18 fólkavaldu tinglimirnar fekk samgongan harumframt 9 landsstýrisfólk, t.v.s. at talið á landspolitiskum umboðum varð hækkað við eini helvt! 


Í farnu viku varð talið á landsstýrisfólkum tó sett niður á seks, og ein av teimum, ið varð uppsagdur, er Jóhan Christiansen. Hann fekk tí bert gott hálvt ár í trupla sessinum sum fiskivinnu- og samferðslumálaráðharri. Samstundis varð eisini Eirikur í Jákupsstovu settur í starv, og hann hevur klárað seg lutfalsliga væl - so væl, at hann nú hevur fingið týðandi Vinnumálaráðið, ið eisini hýsir fiskivinnu.


Sambært kanning hjá Portalinum er Jóhan Christiansen landsstýrisfólkið við vánaligastu ummælunum. Tí var tað upplagt at ofra veikasta liðið í ketuni, heldur enn at oftra Eirik, tó at tað hevði merkt, at trupla Liljan Weihe hevði mist sín tingsess. Eirikur í Jákupsstovu var helst mettur at vera ov týðandi at ofra, tí hann er greitt sterkasti tjóðveldisprofilur í norðurøkinum og harumframt mettur sum krúnprinsur av floksins nestor, Tórbirni Jacobsen.


Somu skoðsmál hevur Tobbi ikki mótvegis Jóhan Christiansen. Hann hevur beinleiðis sagt, at nógv landsstýrisfólk eru “tær beru nikkudukkur”, ið ikki tora at taka sjálvstøðugar meiningar. Tey fylgja blint embætisfólkunum, og ofta hava tey ikki sjálvstøðugar meiningar um, hvat skal gerast. Hóast Tobbi her sipar til fleiri landsstýrisfólk, er eingin ivi um, at hann eisini - og serliga - sipar til Jóhan Christiansen. Jóhan Christiansen hevur fleiri ferðir víst seg sum eina “nikkudukku”, m.a. í ICES-málinum, síðani í Galaxy-málinum og at enda í smuglimálinum hjá Strandferðsluni. Landsstýrismaðurin hevur ikki sjálvur framt feilirnar, men latið standa til. Hann hevur víst seg ikki at tora at taka avgerðir, men einans at hava meiningar. Non-decision making gjørdist hansara vørumerki, og tað er sum vera man ikki nøktandi. Tí verður hann eisin revsaður í veljarakanningini, eins og hann er ein byrða fyri alt Landsstýrið, sum tað er.


Jóhan Christiansen hevur víst seg ikki at vera uppgávuna vaksin. Illar tungur vilja vera við, at hansara fremsta avrik var at hava kaffifundir við ymiskar fyritøkur. Alt gott um kaffiprát, men tað kann ikki vera berandi bjálkin undir einum landsstýrismanni. Sum heild tykist hann ikki at hava sett seg í respekt í sínum aðalráði, og tað tykist sum at hann fleiri ferðir er drigin upp á tráð av sínum embætisverki - eitt sindur sum ein James Hacker av aðalstjóranum Sir Humphrey Appleby í “Yes, Minister”.


Landsstýrisfólk kunnu profilera seg í vón um at fáa afturval til komandi løgtingsval, men hjá Jóhan sær tað ikki út til at hava riggað, tvørtur ímóti. Hansara popularitetur er minkaður munandi frá í vár til í heyst, og enn verri er, at hann nú hevur mist tign í Eysturoyar Tjóðveldisfelagi. Illa spælt, má sigast. Jóhan fekk ein trumf í hondina í vár, men dugdi ikki at spæla hann.


Comments

Popular posts from this blog

Løgtingsmaðurin, ið ikki tímdi meiri

Tjóðveldi í samleikakreppu av Russlandspolitikkinum

ALS er partur av samlaða skattatrýstinum