Fjølbroytta miðlalandslagið er avgerandi fyri fólkaræðið (mikubloggur)

Súsanna Bertholdsen settir Sirið Stenberg fyrispurning um óheftnið hjá Kringvarpinum.
Mynd: Løgtingið

Kringvarpið hevur seinastu árini gjørt nógv tíðindainnsløg, fleiri dokumentarsendingar og kjaksendingar um Suðuroyartunnilin, umframt skrivað nógvar greinar um evnið. Ikki allir suðuroyingar hava verið nøgdir við hetta arbeiði, tí teir meta, at slagsíða hevur verið í viðgerðini. Onkur viðmerkjari á fjasbókini hevur enntá sæð hetta sum eina samansvørjing ímóti Suðuroynni - lat tað fara... 

Ført hevur verið fram, at tað sum oftast eru tað tey, sum eru ímóti ætlanini, sum eru sloppin fram at mikrofonunum. Sigast skal, at eg sjálvur eri sloppin fram at mikrofonini í Kringvarpinum, eins og eg havi verið á forsíðuni í Sosialinum í hesum sambandi. Haldi tó ikki, at eg havi verið serliga negativur viðvíkjandi Suðuroyartunlinum, tó at eg havi ávarað um at gera ov stór inntriv í økið kring Sand. Haldi sjálvur erliga sagt, at eg havi verið meiri pro-Sandoy enn anti-Suðuroy.


Áhugavert er, at Súsanna Bertholdsen, tingkvinna Javnaðarfloksins, herfyri valdi at seta Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, ein fyrispurning um, hvat hon helt um arbeiðið hjá Kringvarpinum í sambandi við Suðuroyartunnilin. 


Sirið skrivar í sínum svari upp á fyrispurningin m.a. soleiðis: “Samanumtikið er tó galdandi fyri hetta málið eins væl og onnur mál, sum Kringvarpið viðger í tíðindahøpi, at tíðindafólkini  gera sær ómak at lýsa málið á fullgóðan hátt og í samsvari við góðan fjølmiðlasið og við teimum vinklum, keldum og meiningum, sum lýsa málið og ítøkiligu støðuna  frægast. Málið er altíð, at redaktionellu valini taka tey fyrilit, sum tann einstaka tíðindasøgan hevur uppiborið.”


Við øðrum orðum verður Kringvarpið stórt sæð reinsað fyri partískheit, og tað hóvar neyvan øllum suðuroyingum. 


Hinvegin hava vit í hesi vikuni sæð, at privatir miðlar eru farnir at skriva sera stuðlandi fyri Suðuroyartunlinum. Bæði Sosialurin, In.fo og Dimmalætting - ið øll hoyra undir Miðlahúsið - hava havt nógvar positivar - stundum einvísar - søgur um Suðuroyartunnilin. Hetta umframt Suðuroyarportalin, ið mest sum alla tíðina skrivar postivt um tunnilin.


Hóast hesin tíðindaflutningur eftir mínum tykki hevur slagsíðu, so er hetta tó kærkomið sæð frá einum fólkaræðisligum sjónarhorni, tí hóast Kringvarpið og landsstýriskvinnan ikki duga at síggja stórvegis galið við tíðindaflutninginum hjá Kringvarpinum, so merkir tað jú ikki, at hesin tíðindaflutningur er púra “objektivur”. Eg eri sjálvur rættiliga skeptiskur í mun til idealið um “objektivan tíðindaflutning”, tí eftir mínum tykki hvørki kann ella skal tíðindaflutningur vera objektivur. Tað týdningarmesta er, at tíðindaflutningurin er kritiskur og hevur substans. tvs. at hann skal ikki bara vera endurgevandi og ikki bara grunnskygdur (yvirfladiskur). 


Heldur enn at satsa upp á objektivitet, sum um at Kringvarpið kann vera eitt sannsigandi og lýtaleyst orakkul, eiga vit heldur at satsa upp á fjølbroytni innan miðlaheimin. Eins og fólkaræði krevur, at fleiri flokkar bjóða seg fram, má eitt fólkaræðisligt miðlalandslag hava fleiri miðlar, ið ikki allir hoyra undir statin ella undir sama miðlahús. Neyðugt er, at miðlarnir eru í veruligari kapping við hvønn annan og taka støði í ymiskum áhugamálum. 


Tí er tað eitt sunnleikatekin, at Miðlahúsið nú beinleiðis fer inn og breiðkar viðgerðina av Suðuroyartunlinum, júst tí at viðgerðin hjá Kringvarpinum kanska hevur verið heldur smøl. Miðlahúsið tekur støði í kritikkinum av Kringvarpinum og roynir at fylla eitt tómrúm í miðlalandslagnum. Tað er júst tí at vit eiga at hava fleiri miðlaaktørar í Føroyum, soleiðis at vit ikki fáa eina miðsavning av tíðindaflutninginum, ið ósvitaliga vil viðføra nógvar blindvinklar. 


Eitt vælvirkandi fólkaræði krevur, at flestu blindvinklar verða upplýstir, og tað ber einans til við einum fjølbroyttum miðlalandslagi, og tí er neyðugt at veita privatum miðlum nógv hollari fíggjarligan stuðul, enn teir fáa í dag.    






Comments

Popular posts from this blog

Løgtingsmaðurin, ið ikki tímdi meiri

Tjóðveldi í samleikakreppu av Russlandspolitikkinum

Sjálvsøknið hjá Eyðdis fekk Sambandsskriðuna at leypa