Fjølbroytta miðlalandslagið er avgerandi fyri fólkaræðið (mikubloggur)
Súsanna Bertholdsen settir Sirið Stenberg fyrispurning um óheftnið hjá Kringvarpinum. Mynd: Løgtingið Kringvarpið hevur seinastu árini gjørt nógv tíðindainnsløg, fleiri dokumentarsendingar og kjaksendingar um Suðuroyartunnilin, umframt skrivað nógvar greinar um evnið. Ikki allir suðuroyingar hava verið nøgdir við hetta arbeiði, tí teir meta, at slagsíða hevur verið í viðgerðini. Onkur viðmerkjari á fjasbókini hevur enntá sæð hetta sum eina samansvørjing ímóti Suðuroynni - lat tað fara... Ført hevur verið fram, at tað sum oftast eru tað tey, sum eru ímóti ætlanini, sum eru sloppin fram at mikrofonunum. Sigast skal, at eg sjálvur eri sloppin fram at mikrofonini í Kringvarpinum, eins og eg havi verið á forsíðuni í Sosialinum í hesum sambandi. Haldi tó ikki, at eg havi verið serliga negativur viðvíkjandi Suðuroyartunlinum, tó at eg havi ávarað um at gera ov stór inntriv í økið kring Sand . Haldi sjálvur erliga sagt, at eg havi verið meiri pro-Sandoy enn anti-Suðuroy. Áhugavert er, at...