Javnaðarflokkurin og vantandi økisjavnstøða
![]() |
| Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin hava munandi betri umboðan kring landið enn Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi. Smáu ringarnir eru eykavald. Rammaðu ringarnir eru landsstýrifólk. |
Nógv hevur verið tosað um, at Fólkaflokkurin valdi Jacob Vestergaard fram um Elsebeth Mercedes Gunnleysdóttir, tá ið landsstýrisfólk skuldi setast. Hetta hóast Elsebeth fekk nakað fleiri atkvøður enn Jacob og ynskti at sleppa í Landsstýrið. Eitt atlit, ið to sannlíkt hevur tikið, er at hann ikki vildi hava tvey landsstýrisfólk úr Norðuroyggjum. Harumframt merkir valið av Jacob Vestergaard til landsstýrismann, at nýggja landsstýrið nú er umboðað í nærum øllum økjum landsins - undantikið Sandoynni. (Tó kemur heimasandsmaðurin Kristian Krog Hentze á Løgting sum eykamaður fyri Fólkaflokkin).
Í øðrum samgonguflokki - Javnaðarflokkinum - tóku tey als eingin atlit til økisliga umboðan í landsstýrinum. Tey kundu havt valt Súsonnu Berholdsen fram um Margit Stórá. Súsanna fekk 100 atkvøður fleiri enn Margit, og hevur royndir sum landsstýrisfólk. Men so varð ikki.
Javnaðarflokkurin setti Aksel V. Johannesen úr Hoyvík og Margit Stórá úr Tórshavn í Landsstýrið, og fyri tey komu Bjørt Lind úr Tórshavn og Eyðgunn Samuelsen úr Hoyvík á Ting sum eykalimir. Eisini er Ben Arabo úr Oyrareingjum í Tórshavnar kommunu tinglimur fyri Javnaðarflokkin. Frá at hava 3 av 6 landspolitikarum úr Tórshavnar kommunu, hevur Javnaðarflokkurin nú 5 av 8 landspolitikarum úr Tórshavnar kommunu. (Harumframt kemur fólkatingslimurin Sjúrður Skaale, ið eisini er úr Tórshavn.)
Umframt hesi hevur Javnaðarflokkurin tveir tinglimir av Tvøroyri og ein úr Miðvági. Men ikki eitt einasta umboð er úr Landnyrðingsføroyum. Hetta má sigast at vera vánaligt av Javnaðarflokkinum. Við valdømisskipanini hevði Javnaðarflokkurin sum oftast umboð úr Norðoyggjum og Eysturoy, men seinastu árini hevur Javnaðarflokkurin forsømt hesi økini. Tjóðveldi hevur hóast alt gjørt eina roynd at profilera Eysturoynna og Norðoyggjar við landsstýrisfólkum, men Javnaðarflokkurin hevur ikki valt at gera nakað við dvínandi undirtøkuna norðanfyri.
Tað má sigast at vera merkisvert fyri ein flokk við orðinum “javnaður” í heitinum. Hann gongur væl at merkja upp í kynsjavnstøðu, men onnur sløg av javnstøðu tykjast hava minni týdning, hvørki økisjavnstøða, aldursjavnstøða, yrkisjavnstøða ella stættarjavnstøða. Umboðan á Tingi hevur stóra ávirkan á raðfestingarnar hjá politisku skipanini.
Tað er ikki nøktandi, at “javnstøða” verður reduserað til ein spurning um einans kyn, tí ójavnin í samfelagnum snýr seg um so øgiliga nógv onnur viðurskifti enn kyn. At júst hesin ójavnin í dag verður sæddur sum tann týdningarmesti, sigur ikki so lítið. Hinvegin var tað eisini ein fyrrverandi formaður og løgmaður Javnaðarfloksins, ið proklameraði, at “stættarstríðið er av”.
Tá ið tað er sagt, so er kynsjavnstøðan í Fólkaflokkinum alt ov vánalig, eisini hóast tveir kvinnuligur eykaliimir nú eru komnir á Ting. Tað er ikki uttan orsøk, at Fólkaflokkurin verður eykevndur “Mannfólkaflokkurin”. Men man kundi líka frægt eyknevnt Javnaðarflokkin “Havnarflokkin”.

Comments
Post a Comment