Posts

Showing posts with the label Sundalagið

Tunnil millum Vestmanna og Hvalvíkar gagnar norðurøkinum sum heild

Image
Mynd lænt frá heimasíðuni Vestmannatunnilin.fo   Føroyingar gevast ongantíð at tosa um tunlar, tykist. Suðuroyartunnil, Sandvíkartunnil, Skúvoyartunnil, Sandstunnil, Miðvágstunnil, Sandavágstunnil, Tjørnuvíkartunnil, Gjáartunnil, Gøtudalstunnil, Oyndafjarðartunnil, Kalsoyartunnil, ja og so sjálvandi eisini Vestmannatunnil. Ynskilstin er langur, og tað er greitt, at slíkar íløgur mugu raðfestast, tí at ráð og umstøður eru ikki at gera alt um eina leið. Skulu tunlar gerast, er neyðugt at viðgera linjuføringar út í æsir, tí vit hava í fleiri førum sæð, at tunlar eru gjørdir við suboptimalari farleið - meiri um hetta eina aðru ferð. Ofta merkir ynskið um at stytta tunnilin, at samfelagsnyttan verður minni, enn hon annars hevði verið. Harumframt merkir ein stytri tunnil, at aðrar atknýttar íløgur verða tað dýrari, bæði í bygging og rakstri.  Higartil hevur kjakið snúð seg um at gera Vestmannatunnil antin til Kvívíkar ella til Leynar, men eisini eru tankar frammi um at gera eina alt...

Lokalfeløgini eru ikki nútíðarhóskandi

Image
“Eg ynski at styrkja sambandið við lokafeløgini, lurta meiri og arbeiða tættari saman, og eg fari sjálvur at leggja meiri orku í tað arbeiðið frameftir.” Aksel V. Johannesen.  Mynd: Wikimedia Commons Soleiðis segði Aksel V. Johannesen í formanstøðuni á landsfundi Javnaðarfloksins farna vikuskifti. Hetta er kærkomið, tí sum eg vísti á undanfarna sunnudag hevur Javnaðarflokkurin trupult við at koma út um Havnina og Tvøroyri - klassisku javnaðarháborgirnar. Flokkurin hevur mist sítt tak á Landnyrðingaføroyum, og hetta er neyðugt at broyta, um flokkurin aftur vil gerast løgmansflokkur. Til hetta er neyðugt ikki bert at styrkja sambandið við lokalfeløgini, men eisini at styrkja lokalfeløgini, soleiðis at tey aftur gerast berandi súla í flokkinum. Eins og hinir stóru flokkarnir fylgja lokalfeløgini gomlu valdømismørkunum. Undantikið er Suðuroyggin ið er býtt í tvey lokalfeløg . Hesaferð fekk Suðuroyar syðra javnaðafelag einki fólk valt á ting , ið má sigast at vera ein skelk ur fy ri f...

Sandoy og Suðuroy gerast kappingarneytar (mikubloggur)

Image
Dennis Holm. Mynd: Wikimedia Commons “Sandoyartunnilin bjargar Sandoynni” . Soleiðis skrivar Dennis Holm, løgtingsmaður og fyrrverandi landsstýrismaður í samferðslumálum í stuttum lesarabrævi 18. nov . Hann undirbyggir hetta við at vísa til fólkatalsvøksturin í Sandoynni, síðani Sandoyartunnilin kom.  Tankin er, at eftir sum Sandoyartunnilin hevur elvt til (fólkatals)vøkstur í Sandoynni, fer Suðuroyartunnilin eisini at elva til vøkstur í Suðuroynni. Hetta kann tykjast “logiskt”, men er ein ófullfíggjað niðurstøða.  Fyri tað fyrsta hevur frástøðan øgiliga nógv at siga. Leiðin úr Tórshavn til Sands er góðar 20 minuttir, meðan leiðin til Suðuroyar umvegis Djúpadal er frá knøppum 50 minuttum (Sandvík) upp til góðar 80 minuttir (Sumba). Til Tvøroyrar er talan um ein tíma - hvønn veg; til Vágs góðar 10 min. longri. Harumframt er vert at vísa á, at nógv stórbila- og trailarakoyring gjøgnum bæði Suðuroyar- og Sandoyartunnilin kann gera effektivu fartíðina væl drúgvari. Eg skrivaði fyr...