Tunnil millum Vestmanna og Hvalvíkar gagnar norðurøkinum sum heild


Mynd lænt frá heimasíðuni Vestmannatunnilin.fo 



Føroyingar gevast ongantíð at tosa um tunlar, tykist. Suðuroyartunnil, Sandvíkartunnil, Skúvoyartunnil, Sandstunnil, Miðvágstunnil, Sandavágstunnil, Tjørnuvíkartunnil, Gjáartunnil, Gøtudalstunnil, Oyndafjarðartunnil, Kalsoyartunnil, ja og so sjálvandi eisini Vestmannatunnil. Ynskilstin er langur, og tað er greitt, at slíkar íløgur mugu raðfestast, tí at ráð og umstøður eru ikki at gera alt um eina leið.


Skulu tunlar gerast, er neyðugt at viðgera linjuføringar út í æsir, tí vit hava í fleiri førum sæð, at tunlar eru gjørdir við suboptimalari farleið - meiri um hetta eina aðru ferð. Ofta merkir ynskið um at stytta tunnilin, at samfelagsnyttan verður minni, enn hon annars hevði verið. Harumframt merkir ein stytri tunnil, at aðrar atknýttar íløgur verða tað dýrari, bæði í bygging og rakstri. 


Higartil hevur kjakið snúð seg um at gera Vestmannatunnil antin til Kvívíkar ella til Leynar/Leynavatn, men eisini eru tankar frammi um at gera eina alternativa farleið úr Vestmanna til Hvalvíkar. M.a. finst ein heimasíða, ið nevnist Vestmannatunnilin.fo, har ið ymiskar farleiðir verða viðgjørdar. Her eru sjálvandi ymisk uppskot til linjuføring, men eg vil her bert vísa á, hví ein slíkur tunnil hevur breiðari samfelagsnyttu enn tann úr Vestmanna til Kvívíkar ella Leynar.


Ein tunnil til Kvívíkar/Leynar snýr seg um at bøta verandi farleið suðureftir. Hetta gevur sum vera man stóra nyttu um veturin, tá ið kavi og illveður ger um seg á Høgareyni. Men flest allar ársins dagar gevur hesin tunnil sera lítið nyttuvirði í mun til verandi farleið, heldur ikki fyri Vestmanna. Samfelagsnyttan fyri Vestmanna vil vera avmarkað av einum slíkum tunli. 


Ein tunnil til Hvalvíkar vil hinvegin gagna bæði Vestmanna og Sundalagnum, soleiðis skilt at Vestmanna fær eina alternativa farleið til teir dagarnar, tá ið veðrið er ringt. Men harumframt fær Vestmanna skjóta atgongd til alt Sundalagið, og meiri enn: Vestmanna fær eisini eina høgliga farleið inn í Eysturoynna. Hetta rationali gongur sjálvandi báðar vegir, tí hetta merkir eisini, at Eysturoyggin og Sundalagið fáa høgliga atgongd til Vestmanna. Hetta hevði gjørt upplandið hjá Vestmanna nógv størri, og serliga fyri støðugt kreppurakta Miðnám i Vestmanna hevði hetta givið munandi fleiri viðskiftafólk. Harumframt kundi VEKS-økið eisini verið samanknýtt munandi betri og helst lagt lunnar undir eina komandi, framtíðar kommunusamanlegging av Vestmanna, Kvívíkar, Sunda og Eiðis kommunum.


Grundleggjandi geva ymisku tunlarnir tveir heilt ymiskar møguleikar. Tunnilin suðureftir knýtir Vestmanna betri at Vágum, Kollafirði og Suðurstreymoy, ímeðan tunnilin eystureftir knýtir vestmanna betri at Sundalagnum, Eysturoy og Norðoyggjum, men gevur harumframt eitt gott alternativ til Kollafjarðar og Suðurstreymoy. 


Harumframt eiga vit at minnast til, at ein slíkur tunnil ikki bert er ein tunnil til Vestmenningar, men til alt økið. Í staðin fyri ein Vestmannatunnilin er tá talan tá um ein “Streymoyartunnil”.


Comments

Popular posts from this blog

Spæl fyri gallarínum - ráðagerðin, ið elvdi til nýval

Sjálvsøknið hjá Eyðdis fekk Sambandsskriðuna at leypa

Økta talið á tilflytarum elvir til panikk í Føroyum